1380 - Samleiki og annaðmálslæring (BA)
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Samleiki og annaðmálslæring (BA)
Skeiðsnummar
1380.25
Lestrarár
2025-2026
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í føroyskum
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og møguliga eisini eitt sindur á enskum máli
Tilmelding
Lesandi á 4. og 6. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið á Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 3. februar 2026
Endadato
týsdagur, 2. juni 2026
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er at menna førleikar teirra lesandi at skilja sambandið millum mál og samleika við atliti at annaðmálslæring hjá vaksnum tilflytarum, grundað á føroyska og altjóða gransking. Endamálið er harumframt at geva lesandi innlit í samleika sum fjøltáttað fyribrigdi og ástøðiligt meginhugtak í nýtslumálvísindum og annaðmálslæring.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at • Greiða frá ástøði um samleika við atliti at annaðmálslæring • Lýsa aspekt av samleika sum fjøltáttað og tvørfakligt hugtak í annaðmálstøku • Greiða frá royndum hjá vaksnum tilflytarum við at læra føroyskt sum eitt afturatlagt mál í ymsum sosialum høpi • Greiða frá og skifta orð um tann týdning, ið ímyndaður samleiki í víðari merking hevur fyri vaksna máltakaran í einum føroyskum samteksti
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • Ástøði um samleika við atliti at annaðmálslæring • Samleiki sum fjøltáttað fyribrigdi (t.d. tjóðskapur, mál, kyn, etnisitetur, stætt, átrúnaður, útbúgving, starv) og sambandið, ið samleiki hevur við annaðmálslæring • Royndir hjá vaksnum tilflytarum við at læra føroyskt sum eitt afturatlagt mál: Fjøltáttað narrativ, fjølbroyttir og broytiligir samleikar • Háttaløg at kanna spurningar um samleika og annaðmálslæring • Ímyndaðir samleikar og íløga í eitt nýtt mál • Smærri verkevni
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, formativ meting, einstaklinga- og bólkaframløgur, sjálvlestur, smærri uppgávur, kanningar og verkevni.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 1-3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Vika 24
Freist fyri frámelding til próvtøku
mánadagur, 2. februar 2026
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Anna Elisabeth Holm
Undirvísarar
Anna Elisabeth Holm
Aftur