1480 - Samleiki og annaðmálslæring (MA)
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Samleiki og annaðmálslæring (MA)
Skeiðsnummar
1480.25
Lestrarár
2025-2026
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í føroyskum
Fortreytir
Bachelor (t.d. BEd í lærara ella Bachelor í føroyskum ella í øðrum máli). Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og møguliga eisini eitt sindur á enskum máli
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í M.A. í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis lestrarskrivstovuna á umsokn@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 3. februar 2026
Endadato
týsdagur, 2. juni 2026
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er at menna førleikar teirra lesandi at skilja sambandið millum mál og samleika við atliti at annaðmálslæring hjá vaksnum tilflytarum, grundað á føroyska og altjóða gransking. Endamálið er harumframt at geva lesandi djúptøkið innlit í samleika sum ástøðiligt meginhugtak í nýtslumálvísindum og annaðmálslæring, og at geva teimum vitan og førleikar, ið viðvirka til at menna frálæru í føroyskum sum annaðmál í einum fleirmæltum konteksti.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at • Greiða frá og meta um ástøði um samleika við atliti at annaðmálslæring • Lýsa og skifta orð um aspekt av samleika sum samansett, fjøltáttað og tvørfakligt hugtak í annaðmálslæring og undirvísing • Greiða frá og greina royndir hjá vaksnum tilflytarum við at læra føroyskt sum eitt afturatlagt mál í ymsum sosialum høpi • Greiða frá og meta um tann týdning, ið ímyndaður samleiki í víðari merking hevur fyri vaksna máltakaran í einum føroyskum samteksti • Greiða frá og grunda um tann leiklut, ið lærarin hevur í sambandi við vitan um vaksna máltakaran við atliti at frálæru í føroyskum sum annaðmál
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • Ástøði um samleika við atliti at annaðmálslæring • Samleiki sum fjøltáttað fyribrigdi (t.d. tjóðskapur, mál, kyn, etnisitetur, stætt, átrúnaður, útbúgving, starv) og sambandið, ið samleiki hevur við annaðmálslæring og undirvísing • Royndir hjá vaksnum tilflytarum við at læra føroyskt sum eitt afturatlagt mál: Fjøltáttað narrativ, fjølbroyttir og broytiligir samleikar • Háttaløg at kanna spurningar um samleika og annaðmálslæring • Ímyndaðir samleikar og íløga í eitt nýtt mál • Smærri verkevni
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, formativ meting, einstaklinga- og bólkaframløgur, sjálvlestur, smærri uppgávur, kanningar og verkevni.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 1-3 dagar fyrireiking um uppgivið evni
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Vika 24
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 3. februar 2026
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Anna Elisabeth Holm
Undirvísarar
Anna Elisabeth Holm
Aftur