1582 - Orðabókafrøði (BA)
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Orðabókafrøði (BA)
- Skeiðsnummar
- 1582.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið á Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 6. september 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 6. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er, at studenturin ognar sær grundleggjandi ástøðiliga og verkliga vitan um orðabókafrøði (leksikografi) bæði í ein- og tvímálsligum orðabókum. Eisini skal studenturin kenna munirnar millum orðabókafrøði og yrkisorðafrøði (terminologi). Endamálið er eisini, at studenturin skal læra, hvussu orðabókaarbeiði verður gjørt, hvussu orðabókahøvundar arbeiða við ein- og tvímálsligum orðabókum, um ritstjórnarligar meginreglur í orðabókaarbeiði sum heild, um bygnað, orðatilfar, orðafrágreiðingar, týðingar millum mál, keldur, málbólk o.s.fr.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er endað, skal studenturin vera førur fyri at: • Lýsa orðabókafrøði og greiða frá, hvat eyðkennir orðabókafrøði sum vísindagrein. • Greiða frá høvuðsmuninum millum orðabøkur og fakorðalistar. • Greiða frá, hvussu orðabókaarbeiði fer fram í verki viðvíkjandi leitorðavali, mikro- og makrobygnaði og keldugrundarlagi. • Meta um týðingar í tvímálsligum orðabókum.
- Innihald
- Bæði ein- og tvímálsligar orðabøkur verða viðgjørdar ástøðiliga og verkliga. Tann ástøðiligi parturin byggir á leksikografiska gransking, serliga norðurlendska, og tann verkligi parturin byggir í høvuðsheitum á Føroyska orðabók, men eisini á føroyskar tvímálsligar orðabøkur. Í gjøgnumgongdini av Føroyskari orðabók verður dentur lagdur á mikro- og makrobygnað, orðatilfar, skilmarkingar, markingar, keldugrundarlag, nýtsludømi o.a. Í teimum tvímálsligu orðabókunum verða harumframt týðingar millum mál viðgjørdar. Høvuðsdenturin er á samtíðarligum orðabókum, men nakað verður gjørt burtur úr eldri orðabókum og -listum. Í tí yrkisorðaliga partinum verða munirnir millum orðabókafrøði (leksikografi) og yrkisorðafrøði (terminologi) viðgjørdir.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tveir lærarar eru knýttir at skeiðinum. Annar undirvísir í tí verkliga partinum og hin í tí ástøðiliga partinum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig hálvtíma framløga við 3 daga fyrireiking um uppgivið evni.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnlig hálvtíma framløga við 3 daga fyrireiking um uppgivið evni. 23. jan 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 6. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jógvan í Lon Jacobsen
- Undirvísarar
- Jógvan í Lon Jacobsen, Ragnar Sigrunarson