1584 - Fleirmæli
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Fleirmæli
- Skeiðsnummar
- 1584.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 4. og 6. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis lestrarskrivstovuna á umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- mikudagur, 5. februar 2025
- Endadato
- mikudagur, 7. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær kunnleika um meginhugtøk og ástøði um fleirmæli. Tey lesandi nema sær harumframt innlit í fleirmæli og annaðmálslæring í einum fjølbroyttum málsligum og mentanarligum landslagi, bæði altjóða og lokalt, tó við serligum denti á føroyska kontekstin.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið eru tey lesandi før fyri at: • Greiða frá og nýta hugtøk innan fakøkið fleirmæli • Greiða frá og reflektera um annaðmálsmáltøku í einum føroyskum konteksti • Lýsa og skifta orð um, hvønn týdning mál hevur fyri samleika við atliti at annaðmálstøku • Greiða frá og kjakast um fleirmæli í sambandi við arbeiðslív, læring og í almenninginum • Greiða frá og skifta orð um fleirmæli í einum føroyskum konteksti
- Innihald
- Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • Ástøði um tví-/fleirmæli og annaðmálslæring • Máltøku og ymiskar læruumstøður t.d. hjá ungum, familjum og søguliga • Mál og samleika hjá tí fleirmælta • Fleirmæli í einum føroyskum konteksti
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur, sjálvlestur, framløgur hjá teimum lesandi og kjak. Arbeitt verður eisini við smærri uppgávum og bólkaarbeiði
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig hálvtíma framløga við 1-3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- 12. juni 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 11. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Undirvísarar
- Sissal Maria Rasmussen