1622 - Listaligt arbeiði – Ritlist
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Listaligt arbeiði – Ritlist
Skeiðsnummar
1622.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
20,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í listaligum arbeiði
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði og hevur lokið hesi skeið: Verkstova III - Ritlist, Egið arbeiði III - Ritlist og Ástøði III
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.A. í listaligum arbeiði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
mikudagur, 5. februar 2025
Endadato
mikudagur, 7. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Studenturin nemur sær royndir í sjálvstøðugum listaligum arbeiðið, sum einstaklingur ella kollektivt saman við luttakandi studentum á skeiðinum. Endamálið við arbeiðinum er at læra at leggja eina listaliga verkætlan til rættis og at útinna ætlanina í verki frá hugskoti til endaliga framleiðslu/fullgjørda listaliga heild.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal studenturin vera før/ur fyri at: - leggja eina listaliga verkætlan til rættis frá hugskoti til endaliga framleiðslu - útinna verkætlanina í verki einsæris ella saman við øðrum - skapa sjálvstøðug og fullgjørt listaligt avrik - greiða frá og meta um egið listaligt avrik og ta verkætlan, ið avrikið er partur av.
Innihald
Studentarnir arbeiða við listaligari verkætlan, sum tey allýsa skrivliga við skeiðsbyrjan í samráð við skeiðsábyrgdara (hægst 300 orð). Verkætlanin kann vera einsæris ella kollektiv: t.d. tekstasavn (kollektivt), tekstir til tíðarrit, essay ella ummæli til tíðarrit, podcast, pallseting, upplestur ella performance. Í arbeiðinum við verkætlanini brúka studentarnir tey ástøðiligu amboð og háttaløg, tey hava nomið sær í Verkstovu I-III og Egið Arbeiði I-III. Studentarnir hava sjálvi ábyrgd av at leggja arbeiðið til rættis. Umframt sjálva listaligu verkætlanina kann arbeiðið eisini fevna um samstarv við veitarar, marknaðarføring, og at fáa uttanhýsis fígging til vega um neyðugt.
Læru- og undirvísingarhættir
Studentarnir hittast eina ferð um vikuna í 2-4 tímar, ella eftir tørvi. Skeiðsábyrgdari er til staðar at ráðgeva og tryggja framgongd í verkætlanunum. Harumframt arbeiða studentarnir sjálvstøðugt - sum einstaklingar, ið vara av egnari listaligari verkætlan - ella kollektivt sum bólkur, har fleiri saman vara av listaligu dygdini og heildini. Um neyðugt, kunnu uttanhýsis vegleiðarar bjóðast at luttaka í undirvísingini.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Innlating av avriksmappu 4. juni 2025 . Munnliga próvtøkan er sett at vera 12. juni 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
mikudagur, 12. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger
Undirvísarar
Lív Maria Róadóttir Jæger
Aftur