1700 - Listalig gransking
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Listalig gransking
- Skeiðsnummar
- 1700.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í listaligum arbeiði
- Fortreytir
- Miðnámsprógv ella samsvarandi.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu á B.A. í listaligum arbeiði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 6. september 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 6. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er, at studenturin fær innlit í listaliga gransking og lærir at brúka gransking sum part av sínum listaliga arbeiði.
- Læruúrtøka
- Við skeiðsenda skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá ymsum fatanum av listaligari gransking, - greina verk, ið eru úrslit av listaligum granskingararbeiði, - meta um møgulig sambond millum list, vitan og vísindi, - menna egnar listaligar granskingarverkætlanir, og - leggja fram dømi um egna listaliga gransking.
- Innihald
- Seinastu áratíggjuni er listaligt arbeiði vorðið alsamt meira granskingargrundað, og listalig gransking er vorðin partur av virkseminum á universitetum og øðrum vitanarstovnum. Hetta skeiðið spyr, hvat listalig gransking er, og hvussu slík gransking líkist og víkir frá øðrum sløgum av gransking. Hvørjum háttaløgum kann listalig gransking sigast at fylgja? Hvørji sløg av úrslitum spyrjast burturúr? Og hvørji sambond knýta listaliga og vísindaliga gransking? Fyri at svara hesum spurningum fara vit at viðgera ymsar fatanir av listaligari gransking. Millum evnini, vit umrøða, er sambandið millum list og vitan, listafólkið sum granskari, og listaligt arbeiði sum ein sjálvstøðugur háttur at vinna sær vitan og nýggjar arbeiðshættir. Egið granskingararbeiði er ein grundleggjandi partur av skeiðinum. Gjøgnum hálvuna mennir studenturin eina sjálvstøðuga granskingarverkætlan og leggur hesa verkætlan fram til próvtøkuna.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum, kjaki, samrøðum, bólkaarbeiði, studentaframløgum, venjingum og uppgávum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Samansett: munnlig próvtøka við støði í avriksmappu.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Samansett: munnlig próvtøka við støði í avriksmappu. Innlating 21. jan 2025, munnlig próvtøka 28. jan 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 6. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jens Dam Ziska
- Undirvísarar
- Jens Dam Ziska