1710 - Starvslæra – Tónlist
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Starvslæra – Tónlist
Skeiðsnummar
1710.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
20,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í listaligum arbeiði
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
.
Byrjanardato
mánadagur, 3. februar 2025
Endadato
mánadagur, 5. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Studenturin lærir sjálvstøðugt at brúka og meta um sínar førleikar í verki við at taka á seg uppgávur á einum starvslæruplássi. Harumframt lærir studenturin við støði í ítøkiligum royndum frá starvslæruplássinum, hvussu tónlistaligir førleikar kunnu útinnast verkliga í ítøkiligum listaligum og/ella mentanarligum arbeiði.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda skal studenturin vera før/ur fyri at: - sjálvstøðugt brúka sínar fakligu førleikar innan tónlist við at taka á seg uppgávur á einum starvslæruplássi - avrika sjálvstøðugt tónlistaligt og/ella listaligt/mentanarligt arbeiði á einum starvslæruplássi - lýsa (í skrivligari frágreiðing) starvslæruplássið og egnan leiklut á sama stovni við støði í starvslæruorðingini og viðkomandi háttaløgum - meta um egnar fakligar førleikar í einum verkligum samanhangi - greiða frá, hvussu tónlistafaklig vitan kann setast í verk í ítøkiligum arbeiði - hugleiða við refleksivari frásjón um listaligt arbeiði í einum samfelagsligum samanhangi.
Innihald
Starvslæran er sett saman av arbeiði á einum starvslæruplássi, t.d. einum mentanarstovni, og eini skrivligari frágreiðing um, hvat studenturin hevur gjørt/framleitt/útint og lært í starvslærutíðini. Starvslæruplássið nýtist ikki vera ein mentanarstovnur, men kann eisini vera ein tónlistalig verkætlan, sum studenturin luttekur í, ella ein samanseting av báðum. Dømi um listaligt arbeiði/sjálvstøðugt tónlistaligt avrik, sum er útint undir starvslærutíðini, kann latast inn sum partur av frágreiðingini. Starvslæruplássið orðar í samstarvi við studentin, hvat endamálið við starvslæruni er. Orðingin skal góðkennast av einum vegleiðara, sum er knýttur at Útbúgvingini í listaligum arbeiði, umframt av útbúgvingarleiðaranum, í seinasta lagi tá lestrarhálvan byrjar. Tíðin hjá studentinum á starvslæruplássinum skal svara til 10 arbeiðsvikur.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæran umfatar bæði arbeiði á starvslæruplássinum og vegleiðing. Studenturin hevur ein vegleiðara, sum er knýttur at Útbúgvingini í listaligum arbeiði, og studenturin fær vegleiðing 4-5 ferðir/6-8 tímar eftir tørvi javnt gjøgnum lestrarhálvuna. Sum part av starvslæruni skrivar studenturin loggbók, ið vegleiðarin og studenturin brúka sum støði undir vegleiðingini, tá starvslæran nærkast endanum, og frágreiðingin skal skrivast.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig frágreiðing (3000-4000 orð) umframt viðkomandi fylgiskjøl so sum loggbók og møgulig dømi um listalig avrik útint undir starvslæruni.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Innlating av frágreiðing 4. juni 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
mánadagur, 10. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen
Undirvísarar
Sunleif Rasmussen
Aftur