1781 - Týðingarfrøði (MA)
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Týðingarfrøði (MA)
Skeiðsnummar
1781.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í føroyskum, Hjánám í føroyskum
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á M.A. í føroyskum og hjánámi í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
3. september 2024
Endadato
3. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Studenturin ognar sær munagott innlit í týðingarfrøði ástøðiliga og søguliga umframt kritiska fatan av miðstøddum spurningum viðvíkjandi at týða til føroyskt. Høvuðsdentur verður lagdur á bókmentaliga týðing. Studenturin ognar sær førleika at greina týddan tekst umframt kunnleika um og fatan av serligum eyðkennum hjá føroyskari týðingarsøgu.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, er studenturin førur fyri at: Lesa ástøðiligar tekstir um týðing greinandi og kritiskt. Greiða frá høvuðsdrøgum í føroyskari týðingarsøgu. Greiða frá hugtøkum og høvuðssjónarmiðum í týðingarfrøði. Týða ein skaldsligan tekst til føroyskt. Greina ein týddan tekst út frá hóskandi hugtøkum og ástøði.
Innihald
Týðing er tann elsti tátturin av bæði bókmentafrøðiligari og málfrøðiligari gransking. Í dag ávirka talgildingin og altjóðagerðin støðuna hjá týðing og gera týðingarfrøði til eina av teimum skjótast vaksandi universitetsgreinunum í heimshøpi. Støðan og týdningurin hjá týðing í einum ørlítlum málsamfelagi er ein onnur enn í einum stórum málsamfelagi. Á skeiðinum verður farið í dýptina við eyðkennum hjá týðingarsøgu í Føroyum í 200 ár, serliga í nýggjari tíð. Týdningarmikil ástøðilig sjónarmið og høvuðsrák verða løgd fram viðgjørd og skoðað í mun til føroysk viðurskifti. Síðst men ikki minst verður arbeitt við spurningum viðvíkjandi at týða til føroyskt.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur, skrivligar venjingar í týðing og greining av týðingum út frá ástøðiligum sjónarmiðum, sum verða viðgjørd á skeiðinum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva (2 vikur) um uppgivið evni ella: Heimauppgáva um sjálvvalt evni.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
14. daga heimauppgáva 6.-20. desember 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
3. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir
Undirvísarar
Turið Sigurðardóttir, Beinir Bergsson
Aftur