1783 - Nútíðarføroyskt. Setningafrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Nútíðarføroyskt. Setningafrøði
- Skeiðsnummar
- 1783.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- M.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 4. og 6. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis lestrarskrivstovuna á umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 7. februar 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 9. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Studenturin skal ogna sær vitan um eldri og nýggjari gransking í føroyskum innan økið setningafrøði.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: • greiða frá og lýsa høvuðseyðkenni í føroyskari syntaks • greina føroyska syntaks • meta um og greina føroyska syntaks í samanhangi og samanburði við norðurlendsku grannamálini og greiða frá tí munum og líkleikum • arbeiða sjálvstøðugt við evninum • brúka tilfarið í víðari arbeiði sínum við føroyskum.
- Innihald
- Føroyskt verður lýst og greinað við støði í eldri og nýggjari gransking í føroyskari setningafrøði. Farið verður ígjøgnum kap. 5 í Faroese. An Overview and Reference grammar. Aftur at hesum verða ymiskar greinar um føroyska setningafrøði/málvariatión lisnar, Føroysk mállæra 2. Grunddrøg í føroyskari syntaks og Språket som superkraft.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Pultundirvísing, framløgur, bólkaarbeiði, orðaskifti.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Vika 23
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 14. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hjalmar Páll Petersen
- Undirvísarar
- Hjalmar Páll Petersen