1784 - Fleirmæli
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Fleirmæli
Skeiðsnummar
1784.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í føroyskum
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 4. og 6. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis lestrarskrivstovuna á umsokn@setur.fo
Byrjanardato
mikudagur, 5. februar 2025
Endadato
mikudagur, 7. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær hollan kunnleika um meginhugtøk og ástøði um fleirmæli. Tey lesandi nema sær harumframt djúptøkið innlit í fleirmæli og annaðmálslæring í einum fjølbroyttum málsligum og mentanarligum landslagi, bæði altjóða og lokalt, tó við serligum denti á føroyska kontekstin.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið eru tey lesandi før fyri at: • Greiða frá og meta um hugtøk og ástøði innan fakøkið fleirmæli • Greiða frá og reflektera um annaðmálstøku í einum føroyskum konteksti • Lýsa og skifta orð um, hvønn týdning mál hevur fyri samleika við atliti at annaðmálstøku • Greiða frá og kjakast um fleirmæli í sambandi við arbeiðslív, læring og í almenninginum • Greiða frá og meta um fleirmæli í einum føroyskum konteksti
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • Ástøði um tví-/fleirmæli og annaðmálslæring • Máltøku og ymiskar læruumstøður t.d. hjá ungum, familjum og søguliga • Mál og samleika hjá tí fleirmælta • Fleirmæli í einum føroyskum konteksti
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur, sjálvlestur, framløgur hjá teimum lesandi og kjak. Arbeitt verður eisini við smærri uppgávum og bólkaarbeiði
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 1-3 dagar fyrireiking um uppgivið evni
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
12. juni 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
mikudagur, 12. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sissal Maria Rasmussen
Undirvísarar
Sissal Maria Rasmussen
Aftur