2020 - Eldri føroysk søga
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Eldri føroysk søga
- Skeiðsnummar
- 2020.25
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í søgu
- Fortreytir
- Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi verða sjálvvirkandi meldaði til øll síni kravskeið. Lesandi lesandi ið taka hetta skeiðið sum valskeið, ella stakskeið, melda seg til umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 26. august 2025
- Endadato
- týsdagur, 16. desember 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til eldru søgu Føroya í norðurlendskum høpi og fyritreytirnar fyri søguligu gongdini, yvirlit yvir týðandi gransking, sum er tøk á økinum, og grundleggjandi førleikar til at meta um dygdina á útvaldum verkum og søguligum heimildum. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga fyri eldri søgu í norðurlondum við serligum denti á Føroyar.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi verða førur fyri at: • Eyðmerkja samanhangir millum hendingar í eldru føroyskari søgu • Meta um útvald verk/sjónarmið viðvíkjandi yngru heimssøguni • Meta um ymiskar keldur til avmarkaði evni úr eldru føroyskari søgu • Sjálvstøðugt lýsa og greina ávís evni úr eldru føroyskari søgu
- Innihald
- Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið grundleggjandi kunnleika til søgu Føroya í elstu tíðum, sambandið millum søguligu gongdina við søgulig viðurskifti í grannalondunum og bókmentir um evnið.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið er umleið 14 undirvísingargongdir. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig v/ fyrireiking. Tann lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava alt tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni úr tilfarinum ið hevur verði nýtt í undirvísingini, men perspektiverandi spurningar verða eisini settir til aðrar partar av tilfarinum.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- 21 jan 2026
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 26. august 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Erland Viberg Joensen
- Undirvísarar
- Andras Marni Mortensen