2068 - Føroysk fiskivinnusøga
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Føroysk fiskivinnusøga
- Skeiðsnummar
- 2068.17
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
- Fortreytir
- Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika. Evnisøki á fimta semestri. Skeið í hjánám í søgu. Valskeið í Politikk og umsiting & Sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Stakskeið (gjald).
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 30. august 2024
- Endadato
- 6. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til fiskivinnusøgu Føroya, og geva teimum lesandi eina breiða fatan av, hvussu fiskivinna gjørdist høvuðsvinna í Føroyum, og hvussu tað hevur ávirkað samfelagið tvær tær síðstu øldirnar.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi kunna: • greiða frá grundleggjandi søgugongdini í føroysku fiskivinnusøguni. • duga at síggja samanhangir millum føroysku fiskivinnusøguna og líknandi søgu í grannalondunum. • greiða frá grundleggjandi hugtøkum, sum verða brúkt í fiskivinnusøguligari gransking. • meta um, hvørja ávirkan fiskivinnan hevur havt á samfelagið í ymiskum tíðarskeiðum • sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera eitt ávíst evni við tí fyri eyga at fáa nýggja vitan fram.
- Innihald
- Tey lesandi fáa gjøgnum skeiðið breiðan kunnleika um føroyska fiskivinnusøgu, umframt hvussu henda vinna ávirkaði búskap og samfelag. Føroyska søgan verður eisini samanborin við fiskivinnusøguna í grannalondunum. Leitað verður aftur til elstu keldur um útróður í bóndasamfelagnum, nógv verður gjørt burtur úr royndunum at menna havfiskiskap í 19. øld, og fylgt verður við menningini av fiskivinnuni í 20. øld. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til dygdargóðar fakligar bókmentir um evnið, umframt førleikar til at miðla hesa vitan til onnur.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Studentarnir skulu hvør sær ella í bólkum velja sær eitt evni og orða ein spurdóm at skriva uppgávu um. Í tí sambandi skulu studentarnir eisini leggja spurdómarnar fram til kjaks við hinar studentarnar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Próvtøkan er ein individuel ritgerð á í mesta lagi 6000-7000 orð um eitt evni ella sjónarmið, sum undirvísarin góðkennir umframt munnlig próvtøka við støði í bæði ritgerð og lestrarlista. Í ritgerðini skulu tey lesandi prógva, at tey megna at gera eina greining við støði í teimum málum, ið eru nevnd undir læruúrtøka/Learning outcomes. Fyri at standa próvtøkuna skal tann lesandi frammanundan hava hildið eina munnliga framløgu.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn 29. november 2024. Munnliga próvtøkan er sett til 13. desember 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 30. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Erling Isholm
- Undirvísarar
- Erling Isholm