2224 - Spælteori (valskeið)
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Spælteori (valskeið)
- Skeiðsnummar
- 2224.20
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
- Fortreytir
- Miðnámsskúlaprógv. Mikrobúskaparfrøði 1 og 2 eru fortreytir fyri at luttaka á hesum skeiði.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 28. januar 2025
- Endadato
- mikudagur, 28. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi innlit í hugtøk, ástøði og háttalag innan spæl teori, og gera tey før fyri sjálvstøðugt at brúka hesi í verki.
- Læruúrtøka
- Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at brúka teoretisku hugtøkini og matematisku myndlarnar, sum eru gjøgnumgingnir í skeiðinum, til at: • At skilja og kunna greiða frá fleiri spæl teoretiskar mátar at skilja atferð í strategiskum støðum. • Greina ymisk spøl og kunna brúka ymisk amboð til tess at finna eina javnvág • Skilja ímillum spæl støðum og reinum individuellum avgerðar støðum • Kunna greiða frá spæl teoretiskum hugtøkum so sum: spælarum, strategium, vinningi, rationaliteti og Nash javnvág • Kunna greiða frá hugtøkunum um dominerandi strategi og reinum og blandaðum strategium og besta aftursvar • Kunna finna tað dominerandi strategiina og tað reinu og tað blandaðu strategi Nash javnvágina • Kunna tulka úrslitini av analysuni
- Innihald
- Skeiðið viðger spæl teori frá einum búskaparligum sjónarmiði. Spæl teori er ein háttur at gera støddfrøðiligar myndlar fyri strategiska interaktión millum avgerðar takarar. Í hesum skeiðinum læra vit grundleggjandi spæl teori og amboð til at loysa nógvar ymiskar búskaparligar avbjóðingar m.a. innan økini ídnaðar organisering, makro búskaparfrøði og tilfeingisbúskap osfr. Innihaldið á skeiðinum er: 1. Innleiðsla til spæl teori 2. Spøl í strategisk formi 3. Spøl í ekstensivum formi 4. Spøl við ófullfíggjaðum upplýsingum 5. Endurtikin spøl
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skriftlig próvtøka á 3 tímar uttan hjálparamboð.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Vika 22
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 28. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Ellefsen
- Undirvísarar
- Hans Ellefsen