2273 - Miðlar og politiskt samskifti
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Miðlar og politiskt samskifti
- Skeiðsnummar
- 6108.23
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- M.S.Sc. í politikki og umsiting, M.S.Sc. í samfelagsvísindum, M.A. í søgu
- Fortreytir
- Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar og annað undirvísingartilfar er á enskum. Uppgávur, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu á Master í politikki og umsiting, Master í samfelagsvísindum, Master í søgu og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 14. februar 2023
- Endadato
- 31. mai 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Skeiðið skal geva lesandi víðkaðar ástøðiligar førleikar at greina og viðgera miðlar og politiskt samskifti, og hvussu hesi hanga saman við sosialum og politiskum virksemi í 21. øld.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið skal lesandi duga at: - Vísa eina fatan av ymiskari ástøði um miðlar og politiskt samskifti. - Eyðmerkja og greina viðkomandi vísindaligt tilfar um miðlar og politiskt samskifti. - Greina og viðgera avgerandi tættir í sambandi við miðlar og politiskt samskifti, og hvussu hesir ávirka vælferð og fólkaræði. - Reflektera um omanfyrinevndu viðurskifti í sambandi við smátjóðir og oyggjasamfeløg.
- Innihald
- Skeiðið viðger ástøði og hugtøk innan miðlar og politiskt samskifti úr einum altjóða og føroyskum sjónarhorni. Tað setur søguligt, heimspekiligt, stjórnmálafrøðiligt og samfelagsfrøðiligt sjónarhorn á miðlar, miðlagerð og politiskt samskifti. Skeiðið viðger samanhangin millum miðlamentan, miðlaskipan, miðlatøkni og miðlaframleiðslu. Avgerandi spurningurin er, hvussu miðlagerð ávirkar sosialt og politiskt lív, og – í framhaldi av hesum – hvørjar avbjóðingar hetta kann hava fyri vælferð og fólkaræði.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, framløgum frá lesandi og skrivligum uppgávum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- - Munnlig próvtøka miðskeiðis í lestrarhálvuni. Skal standast fyri at sleppa upp til endaliga próvtøku. - Munnlig próvtøka við støði í skrivligari uppgávu.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Uppgávan verður latin inn 25. mai 2023, og munnliga próvtøkan er sett til 7.-9. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 15. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Heini í Skorini
- Undirvísarar
- Rógvi Olavson