2284 - Marknaðarføring
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Marknaðarføring
- Skeiðsnummar
- 2284.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
- Fortreytir
- Miðnámskúlaprógv við støddfrøði á B-stigi.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- mikudagur, 28. august 2024
- Endadato
- hósdagur, 28. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At lesandi fáa grundleggjandi kunnleika um marknaðarføring og gerast før fyri at lýsa, greina og meta um støðuna hjá eini fyritøku og at loysa marknaðarføringsavbjóðingarnar hjá fyritøkuni.
- Læruúrtøka
- Tann lesandi skal eftir lokið skeið megna at: • Skilja og nýta grundleggjandi ástøði innan marknaðarføring • Lýsa marknaðarumhvørvið og týdningin tað hevur fyri fyritøkuna, umframt ávirkanina á marknaðarátøkini hjá fyritøkuni • Greiða frá brúkara- og keypsatburðinum hjá ymiskum viðskiftabólkum • Skipa marknaðir út frá ymiskum eyðkennum • Lýsa virðir hjá viðskiftafólkum og hvussu fyritøkur brúka hesi í marknaðarføringsátøkum • Meta um kappingarfyrimunir og hvussu fyritøkur á besta hátt kunnu gagnnýta hesar • Meta um, hvør marknaðarstrategi er hóskandi fyri eina fyritøku • Útinna eina marknaðarætlan
- Innihald
- Í hesum skeiðinum verður undirvíst í, hvussu marknaðarføring skapar virði fyri fyritøkuna og viðskiftafólkini. Og hvussu hetta virðið kann gagnnýtast tilætlað umvegis marknaðarføring. Strembað verður eftir at geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av, hvussu fyritøkur brúka marknaðarføring umvegis ástøði og dømir úr veruleikanum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Frálærutímarnir verða nýttir til fyrilestrar, kjak, uppgávur og næmingaframløgur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka á 3 tímar. Lesandi kunnu hava alt tilfar við til próvtøkuna og hava atgongd til internet undir próvtøkuni. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur latið inn eina bólkauppgávu, sum er vorðin góðkend av undirvísaranum.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til vika 51
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mikudagur, 28. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
- Undirvísarar
- Bjarni Bogason