2295 - Corporate Social Responsibility í føroyskum høpi
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Corporate Social Responsibility í føroyskum høpi
Skeiðsnummar
2295.18
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
27. august 2024
Endadato
27. november 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi innlit í ástøði og hugtøkum innanfyri CSR, og førleikar til sjálvstøðugt at brúka hesi í verki í føroyskum høpi.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at greina og meta um, hvussu CSR kann virka í føroyskum høpi. Tann lesandi skal tískil vera førur fyri sjálvstøðugt at: • Miðla og orða hesa vitan og vísa hesar førleikar sannførandi, skynsamt og yrkisliga evnisbeint (trupulleika-orienterað). Munnliga og skrivliga. • Framføra og viðgera ástøðilig sjónarhorn um, hvat ein CSR er, og hvussu CSR-praksis virkar. • Greina og viðgera fyrimunir og vansar við teimum ymisku tilgongdunum, sum organisatiónir brúka í CSR-høpi (t.d. leiðlsu, stakeholder engagement, organisatiónsbygnaði, frágreiðing). • Greina, hvussu CSR-praksis ávirkast av, og ávirkar, umhvørvi, sum gera seg galdandi í CSR-høpi. • Brúka relevant tilfar frá pensum til at skilja og greiða frá avbjóðingum, innanhýsis og uttanhýsis, í organisatiónum og í samband við CSR. Hervið skal tann lesandi verða førur fyri veita ráð um og leiðbeining til, hvussu avbjóðingarnar skulu handfarast á bestan hátt. • Gera kritiska meting av, hvussu ástøði og hugtøk frá pensum er relevant í konkretum støðum.
Innihald
Tann lesandi fær eina innleiðslu í grundleggjandi hugtøkum av burðardygd (sustainability) og CSR, ið verða viðgjørd út frá teirra sermerki í Føroyskum høpi. Tann lesandi fær møguleikan at kanna høvuðsevni og –avbjóðingar við CSR og burðardygd, og hvussu hesi skilja seg frá, ella líkjast, øðrum tjóðskaparligum virkisskipanum (business systems). Tann lesandi verður førur fyri at meta um, hvussu arbeiðast kann við CSR hjá konkretum føroyskum virkjum og organisatiónum (í tjóðskaparligum og altjóðaligum høpi).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur, sum stuðla undir menningini av at føra CSR arbeiði í verki.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við útgangsstøði í skrivligari uppgáva uppá 10 síður
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 8 januar 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Árni Jóhan Petersen
Undirvísarar
Rebekka Danielsen, Tordis Poulsen
Aftur