3540 - Eiturvistfrøði og dálking
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Eiturvistfrøði og dálking
- Skeiðsnummar
- 3540.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í lívfrøði, B.Sc. í mýlalívsvísindum
- Fortreytir
- Hóskandi grundarlag svarandi til 3512 Almenna og ólívrunna evnafrøði, 3513 Lívrunna evnafrøði, 3514 Lívevnafrøði, 3570 Rannsóknarætlan og datagreining, 3528 Feltskeið í vistfrøði
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum, enskum og norskum. Lærubókin er á donskum, og annað undirvísingartilfar verður møguliga á føroyskum, enskum og skandinaviskum. Uppgávur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- mánadagur, 19. august 2024
- Endadato
- hósdagur, 10. oktober 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At geva teimum lesandi vitan um eiturvistfrøði og dálking, umhvørvisevnafrøði, umframt samanspælið millum dálkingarevni, umhvørvið, og livandi verur og vistskipanir.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Lýsa keldur, sløg, eginleikar og lagnu hjá umhvørvisdálkandi evnum • Nevna týdningarmestu funktiónsbólkarnar, sum áseta umhvørviseginleikarnar hjá lívrunnum dálkandi evnum. • Lýsa toxicokinetik og toxicodynamik við denti á upptøku, býti, og innanhýsis viðgerð av eitri, teirra samanspæl innanfyri organismur, og teirra møguleika fyri bioakkumulering og umhvørvisávirkan • Nýta hættir til at staðfesta, máta, og fylgja við umhvørvisdálking. • Meta um vistfrøðiligu ávirkanina av dálkandi evnum við at brúka váðametingarhættir.
- Innihald
- Eiturvistfrøði. Umhvørviseiturfrøði. Umhvørvisevnafrøði. Dálkingarevni. Umhvørvi. Partitioning. Toxicokinetikkur. Toxicodynamikkur and mýlskt samanspæl. Bioakkumulering. Populatións eiturvistfrøði. Váðameting and fyriskipan.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, uppgávur, kjak, bólkaarbeiði, framløgur, starvsstovuarbeiði, dátugreining, verkætlan
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka. Fyri at sleppa til próvtøku skal verkætlanin verða latin inn.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Innlatingin verður 11. oktobur, 2024. Munnliga próvtøkan verður 25. oktobur, 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 19. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sigurd Christiansen
- Undirvísarar
- Katrin Sunniva Hoydal, Sigurd Christiansen, Sjúrður Hammer, Ian Salter