3572 - Aling
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Aling
Skeiðsnummar
3572.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í lívfrøði
Fortreytir
Almenn og ólívrunnin evnafrøði, lívrunnin evnafrøði, jørð, hav og luft I ella tilsvarandi skeið
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og donskum. Undirvísingartilfar er á føroyskum, skandinaviskum og møguliga enskum. Bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í lívfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
28. oktober 2024
Endadato
19. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at tann lesandi ognar sær grundleggjandi, holla og breiða vitan og innlit í aling av laksi og tara. Dentur verður lagdur á lýsing av umhvørvi, øll týðandi stig í ali- og sláturtilgongdini, um fiskaheilsu og -sjúkur og um alilóggávu í lívfrøðiligari burðardyggari aling.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Meta um viðurskifti í sjógvi, ið ávirka umstøðurnar fyri aling • Lýsa og nágreina framferðarhættirnar í rognframleiðslu og kynbótaarbeiði • Greiða frá tilgongdini av smoltframleiðslu á landi • Greina skipanina Recirculating Aquaculture Systems (RAS) og hvørji parametrar eftirlit verður havt við • Meta um hvørjir umhvørvistrupulleikar kunna standast av alivinnuni • Lýsa framleiðsluna av laksafóður og føðslufrøðiliga virði • Greiða frá hvussu tøka, slátur, processering og pakking verður skipað væl • Greiða frá um laksalús og avlúsingarhættir • Lýsa framleiðsluna av ymiskum tarasløgum • Greiða frá fiskaheilsu og -sjúkum og hvørjar mannagongdir kunnu verða fyribyrgjandi fyri sjúku og smittuspjaðing • Greiða frá galdandi alilóggávu og mannagongdum fyri umhvørvisgóðkenning
Innihald
• Sjógvur, hiti, ljós, streymur, alda, • alibúður, oxygen, modellering, • rognframleiðsla, kynbótaarbeiði, • vatnendurnýtsla, resirkulering (RAS), • smoltframleiðsla, • aling av laksi á sjónum, • laksafóður og føðslufrøði, • fiskaheilsa og -sjúkur, fiskavælferð, smittuvandar, • lús og avlúsingarhættir, reinsifiskar, rognkelsi, • tøka, slátur, processering, pakking, flutningur, • dálking, umhvørvisfyrilit, umhvørvisgóðkenning, alilóggáva, lógir og kunngerðir. • Aling av ymsum tarasløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, ritvenjingar, hugakort, bólkarbeiði, framløgur, sjálvlestur og kanningarferðir til alivirkir.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka av virðismettari skeiðsritgerð. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er at øll skeiðsavrik eru mett staðin.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkuinnlatingin er sett til 3. januar, 2025. Munnliga verja verður 7. januar 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
28. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sigurd Christiansen
Undirvísarar
Sigurd Christiansen, Agnes Mols Mortensen, Durita Nielsen, Gunnvør á Norði, Egil Hjálmar Hátún, Jonhard Eysturskarð, Kirstin Eliasen, Katrin Haraldsdóttir Jensen, Lisbeth Lindenskov Joensen, Øystein Patursson, Peter Østergaard
Aftur