5018 - Innleiðing í Web skipanir
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Innleiðing í Web skipanir
- Skeiðsnummar
- 5018.25
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í KT-verkfrøði, Diplomútbúgving í KT-verkfrøði
- Fortreytir
- Innleiðing í teldufrøði, Innleiðandi forritan við Python, Diskret støddfrøði, Lineer algebra, Databasur og SQL.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu á B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í webmenning eru sjálvirkandi tilmeldaði. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
- Byrjanardato
- týsdagur, 25. mars 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at fáa grundleggjandi førleikar í design og forritan av interaktivum web skipanum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kenna til og skilja: - design og forritan av interaktivum web skipanum - vanlig markup-mál, web servarar og dátugrunnar - sambond til dátugrunnar - script-mál og script-tøknir, client- og servara-síðu scripting - client-web servara interaktivitetur, dátuflytingar til og úr dátugrunnum - og kunna: - skapa einfaldar interaktivar web skipanir
- Innihald
- Grundleggjandi hugtøk, háttaløg og amboð til forritan av interaktivum web skipanum. Frontend og backend menning, ymisk markup-mál (HTML, XML og json), script-mál (JavaScript og alternativir), web tænastur, web servarar og relations-dátugrunnar
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, venjingar, og tvær skrivligar uppgávur skula latast inn. Innlatingarnar skula gerast til ásettu tíðina, og vera góðkendar fyri at sleppa til munnliga próvtøku í hesum skeiðnum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við fyrireikingartíð. Gev gætur, tær kravdu skrivligu uppgávurnar skulu latast inn til avtalaðar tíðir, og vera góðkendar fyri at kunna innskrivast til próvtøku.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan við fyrireiking verður 11. og 12 juni, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 33-34, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 25. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Dávid í Lág
- Undirvísarar
- Dávid í Lág