5019 - Diskret støddfrøði
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Diskret støddfrøði
Skeiðsnummar
5019.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði
Fortreytir
Miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum og føroyskum. Próvtøkurnar og verkætlanirnar eru orðaðar á enskum.
Tilmelding
Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
29. oktober 2024
Endadato
20. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentunum eina innleiðslu í diskreta støddfrøði við atliti at nýtslu í teldufrøði, við tí fyri eyga at geva eitt gott ástøðiligt grundarlag fyri víðari arbeiði bæði í teldufrøði og støddfrøði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, verður væntað av studentinum, at hann sjálvur kann: • avgera um ein støddfrøðilig próvførsla er røtt við at brúka reglurnar fyri logiskum niðurstøðum. • orða einføld støddfrøðilig prógv, serliga við at brúka støddfrøðiliga induktión og mótstríðsprógv. • gera útrokningar og brúka algoritmur, ið eru innan evnini, ið skeiðið snýr seg um - herímillum serliga at: ◦ gera formellar logiskar operatiónir á støddfrøðiligar útsagnir. ◦ kenna aftur ymisk sløg av relatiónum og brúka hesar. ◦ greina kombinatoriskar trupulleikar við at brúka teljuhættir eins væl og algebraiskar operatiónir. ◦ kenna aftur ymisk einføld sløg av grafum og brúka útvaldar algoritmur knýttar at hesum. ◦ uppstilla rekursivar definitiónir og loysa lineerar homogenar rekursiónslíkningar á øðrum stigi við konstantum koefficientum. • áseta støddarordan hjá eini funktión og brúka O-notatión, og duga at brúka l'Hospitals reglu í hesum sambandi. • knýta samband millum støddfrøðiligu evnini í skeiðnum og teldufrøðiligar trupulleikar. • nýta forritið Maple til at lýsa og til at loysa ávísar støddfrøðiligar og teldufrøðiligar trupulleikar - serliga í verkætlanunum. • nýta forritið LaTeX at skriva verkætlanir við.
Innihald
Grundleggjandi støddfrøðiligt háttalag, logikkur, teljutrupulleikar, relatiónir, funktiónir, ordan, l'Hospitals regla, trø, grafar, nýtsla av forritinum Maple og nýtsla av forritinum LaTeX til at skriva verkætlanir við.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og sjálvstøðugt arbeiði
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Ein kravdur aktivitetur, ið skal góðkennast. Próvtalið verður hereftir grundað á skrivligar verkætlanir og multiple choice royndir gjøgnum skeiðið. Endurpróvtøka er 3 tíma skrivlig próvtøka við vanligum hjálparamboðum.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan verður í viku 51
Freist fyri frámelding til próvtøku
29. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Mortan Janusarson Thomsen
Undirvísarar
Mortan Janusarson Thomsen
Aftur