5043 - Vitlíki fyri agentar
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Vitlíki fyri agentar
- Skeiðsnummar
- 5043.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í KT-verkfrøði
- Fortreytir
- Í minsta lagi 60 ECTS-stig í KT-verkfrøði, harav í minsta lagi 22,5 stig í forritan og í minsta lagi 7,5 stig í diskretari støddfrøði.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á svenskum og á enskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og møguliga skandinaviskum. Próvtøkur kunnu vera á føroyskum, donskum ella enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- mánadagur, 4. november 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 17. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at geva eina almenna kunning um vitlíki við denti á hugtøk og háttaløg til sniðgeving av intelligentum agentum.
- Læruúrtøka
- Eftir at hava staðið skeiðið skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - lýsa og døma um undirøki innan vitlíki, - lýsa umhvørvi fyri snildar agentar, - loysa uppgávur, har loysingaralgoritman ikki er kend frammanundan, - velja og motivera rætta slagið av agenti til trupulleikan/umhvørvið. - døma og flokka leitistrategiir.
- Innihald
- - Yvirlit yvir økið vitlíki (AI) - Sniðgeving og sløg av vitbornum agentum - Heuristisk optimering - Leitistrategiir - Spæl AI (Null-Summa-Spøl) - Tvingsilsnøgdsemistrupulleikar
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið kann verða útint sum kampus-skeið ella sum fjarskeið á netinum uttan fundir. Ymiskar verksetingar seta ymisk krøv til lærarar og næmingar. Á hvørjum skeiði verður gjørt greitt, hvør undirvísingarháttur verður nýttur. Alt skeiðstilfarið er lagt fram umvegis ein vevgrundaðan undirvísingarpall. Undirvísing fer fram umvegis verandi undirvísingarpall.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Góðkendar (stadnar/ikki stadnar) innlatingar (L101) telja 4,5 ECTS, og ein skrivlig próvtøka á netinum (T101) telur 3,0 ECTS, sum verður mett eftir ECTS stiganum til endaligt próvtal fyri skeiðið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til viku 3, 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 4. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hilmar Simonsen
- Undirvísarar