6103 - Lóggávulæra
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Lóggávulæra
- Skeiðsnummar
- 6103.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- Embætisprógv í lóg (Emb.L.), M.A. í løgfrøði
- Fortreytir
- Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á M.A. í løgfrøði á 7. semestri eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mikudagur, 28. august 2024
- Endadato
- hósdagur, 12. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at seta lóggávu undir vísindaliga sjóneyku við at gjøgnumganga ástøði um lóggávu, men eisini í ein mun at læra um lóggávutøkni og standardir fyri, hvussu gott lógarsmíð í praksis eigur at verða greitt úr hondum.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: -Greiða frá ástøði um lóggávu og meginreglum (princippum) fyri lóggávu. - Meta um, nær lóggáva er neyðug, og vandamálið við yvirregulering. - Greina týdningin av, at lógaruppskot tekur støði tí orku, sum lóggevari hevur í lítlum samfelag, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava fyri lóggávuhátt. - Duga at ráðgeva um lógarsmíð við atliti at ymiskum tørvi alt eftir ymiskum rættarøki, ið ætlast at lóggeva á. - Gera ítøkilig uppskot til lóggávu. - Miðla og orða vitan og grundgevingar fakliga og málsliga merkt av greiðari skipan og høpi.
- Innihald
- Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: - Lóggávupolitikk og meginreglur (princippir) fyri lóggávu. - Teir átta hættirnar, ið sambært Lon L. Fuller ber til at (mis)eydnast sum lóggevi. - Bygnaðin í lógarverkinum. - Um ymiska tilgongd til lóggávu alt eftir, hvat slag av lóggávu, tað snýr seg um, eitt nú um munin á privatrættarligari og almennrættarligari lóggávu. - “Kostnað” av lóggávu og ymiskir rættarnormar í lóggávu. - Vitanartrupulleika lóggevans og endamálið við hoyring. - Samfelagstillagaða lóggávu. - Lóggávutøkni.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Umleið 36-40 tímar undirvísing á staðnum. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, studentaframløgur, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Próvtøka og læring eru samantvinnað í formativa og áhaldandi próvmeting. Royndin stendur í tveimum bundnum heimauppgávum á 25% (30 tíma) tíðliga og miðskeiðis í skeiðnum og eini 50% (72 tíma) bundnari heimauppgávu í endanum á skeiðnum. Eitt samlað próvtal verður givið. Fortreyt fyri at standa samlaðu royndina er, at allir tríggir partar av heimaroyndunum eru til staðið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Uppgávuorðingin verður útflýggjað 9. januar 2025, og skrivliga heimauppgávan verður latin inn 12. januar 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mikudagur, 28. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Bárður Larsen
- Undirvísarar
- Bárður Larsen, Kristian Joensen