6113 - Arkivkunnleiki
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Arkivkunnleiki
- Skeiðsnummar
- 6113.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í søgu
- Fortreytir
- Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- mikudagur, 29. januar 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 16. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At geva teimum lesandi førleikar at kanna søgulig evni, grundað á skjalarannsóknir og brúk av skjølum sum almenn skjalasøvn umsita. Eisini skulu tey lesandi fáa almennan kunnleika um skjalasøvn og tann týdning, sum tey hava fyri samfelag, kunnleika og gransking. Skeiðið vendir sær eisini til onnur, sum hava áhuga fyri ella tørv á at vita nakað um skjalasøvn, teirra týdning og hvussu tey kunnu gagnnýtast.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • eyðmerkja og meta um ítøkiligt heimildartilfar á skjalasavninum, • greiða frá og meta um heimildartilfar á skjalasavninum fyri at loysa ítøkiligar søguvísindaligar uppgávur, • greina og greiða frá høvuðsuppgávum og -virksemi hjá skjalasøvnum og lógargrundarlagi teirra, og • meta um tann týdning, sum skjalasøvn hava fyri ymisk samfelagslig viðurskifti.
- Innihald
- Undirvísingin fevnir um at leita fram, lesa og gagnnýta heimildartilfar á skjalasøvnum. Eisini fevnir hon um viðkomandi lógir og meginreglur fyri skjalasøvn, sløg av tilfari, sum skjalasøvn innsavna, og tað ástøðiliga grundarlagið undir skjalasøvnum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin fer fram við ymiskum venjingum, serliga við skjalarannsóknum v.m. og við at lesa gamla skrift. Eisini verða fyrilestrar og kjak um serlig skjalasavnsevni. Í skeiðstíðini skulu studentarnir loysa eitt ávíst tal av uppgávum eftir avgerð vegleiðaranna og við vegleiðing teirra.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig heimauppgáva.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Innlatingarfreist fyri ritgerðina er tann 23 Mai.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mikudagur, 29. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Andras Marni Mortensen
- Undirvísarar
- Sámal Tróndur Finnsson Johansen