6124 - Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.
Skeiðsnummar
6124.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði, M.A. í søgu
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 1. lestrarhálvu á M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
30. august 2024
Endadato
6. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at viðgera og greina stjórnmálafrøðilig og samfelagsvísindalig evni, sum eru viðkomandi fyri Føroyar og aðrar smátjóðir og oyggjasamfeløg. Í ljósinum av hesum er endamálið at ogna teimum lesandi hugtøk og ástøði at greina ymisk samfelagsvísindalig og stjórnmálafrøðilig evni, sum serliga gera seg galdandi í smátjóðum og oyggjasamfeløgum. Endamálið er eisini at greina munir og líkleikar á smærri og størri politiskum og mentanarligum samfeløgum og viðgera, hvønn týdning samfelagslig stødd hevur.
Læruúrtøka
Tá skeiði er lokið, skal lesandi skal verða før/ur fyri at: • Miðla munnliga og skrivliga eina vísindaliga fatan av útvaldum evnum í ljósinum av smátjóðum og oyggjasamfeløgum. • Greina og kjakast um útvald samfelagsvísindalig og stjórnmálafrøðilig evni og viðgera hesi í ljósinum av smátjóðum og oyggjasamfeløgum. • Greina líkleikar og ymisleikar á smærri og størri samfeløgum í mun til útvald empirisk evni. • Eyðmerkja ítøkiligar trupulleikar ella avbjóðingar í smátjóðum og oyggjasamfeløgum. • Meta um, hvønn týdning samfelagslig stødd hevur í samfelagsvísindaligari og stjórnmálafrøðiligari gransking
Innihald
Við útgangsstøði í vísindaligum tilfari um smátjóðir og oyggjasamfeløg inniheldur skeiðið: • Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg sum granskingarøki burturav • Útvald samfelagsvísindalig evni í ljósinum av smátjóðum og oyggjasamfeløgum, t.d. kyn, sosialar relatiónir og mentan • Útvald stjórnmálafrøðilig evni í ljósinum av smátjóðum og oyggjasamfeløgum, t.d. altjóða politikk, politiskar skipanir og fyrisiting
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á fyrilestrar, framløgur hjá lesandi, kjak, seminarvirksemi og bólkaarbeiði
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga. Verður dømt staðið/ikki staðið, og er fortreyt fyri at sleppa til skrivliga próvtøku. Møtiskylda er til allan framløgudagin. Skrivlig tíðarbundin uppgáva (4-5.000 orð) Fyri at standa skeiðið skulu báðar próvtøkurnar standast hvør sær.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Uppgávuorðingin verður útflýggjað 9. desembur 2024, og skrivliga heimauppgávan verður latin inn 16. desembur 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
30. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Elisabeth Skarðhamar Olsen
Undirvísarar
Erika Anne Hayfield, Heini í Skorini, Runa Preeti Ísfeld, Robert Joseph Imre, Jens Christian Svabo Justinussen, Ragnheiður Bogadóttir, Hans Ellefsen, Elisabeth Skarðhamar Olsen
Aftur