6327 - Vinnu- og maritim søga í 19. og 20. øld
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Vinnu- og maritim søga í 19. og 20. øld
- Skeiðsnummar
- 6327.24
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- M.A. í søgu, M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði
- Fortreytir
- BA í søgu
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu á Master í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði og Master í søgu og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- hósdagur, 1. februar 2024
- Endadato
- hósdagur, 2. mai 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at viðgera og greina vinnu- og maritim søgu við útgangsstøði í føroyskum viðurskiftum. Skeiðið gevur teimum lesandi faksøguligar førleikar at brúka vinnu- maritimsøgulig hugtøk og ástøði. Skeiðið gevur eisini teimum lesandi innlit í vísindaligar traditiónir og sosial- og mentanarlig granskingarevni í vinnu- og maritimsøgu.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða før/ur fyri at: • miðla eina tvørvísindaliga fatan av vinnu- og maritimsøgu • lýsa og tulka eitt fjøltáttað faksøguligt evni, sum viðger samtíðarsøgu • samanbera og greina ymisk ástøði og ymsar søguligar tilgongdir, tíðarbil og søguskeið, har Føroyar sum smátjóð og maritimt oyggjasamfelag er ein partur av altjóða søgu og av altjóða samfelagnum.
- Innihald
- Við útgangsstøði í vinnu- og maritim søgu verður dentur lagdur á viðkomandi faksøgulig frøðiheiti, hugtøk og ástøði um vinnusøgu. Dentur verður lagdur á dømi úr vinnu- og maritim søgu, nærsøgu, landssøgu og altjóða søgu. Føroysk vinnu- og maritimsøga í 19. og 20. øld verður sett inn í eitt norðurlendskt og altjóðasøguligt høpi, har hugtøk, ástøði og háttaløg verða tikin fram í eitt komparativt høpi fyri at fáa eina fakliga fatan og eitt søguligt samfeldi.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, kjak, framløgur frá lesandi og útferðir. Skeiðið byggir á bæði ástøðiliga og praktiska læring.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við fyrireiking.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er sett til 20. juni 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- hósdagur, 15. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Erland Viberg Joensen
- Undirvísarar
- Erland Viberg Joensen