6338 - Strategisk leiðsla
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Strategisk leiðsla
- Skeiðsnummar
- 6338.24
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- Master í leiðslu og skipan
- Fortreytir
- Bachelorútbúgving
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum og donskum. Undirvísingartilfar er á donskum og enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á Master í leiðslu og skipan eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini við at senda ein teldupost til SSD@setur.fo.
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 15. mars 2024
- Endadato
- leygardagur, 6. apríl 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er, at tann lesandi yvirskipað skal skilja ymisku tættirnar, sum leiðslan í almennum- eins og privatum organisatiónum skal taka sær av, í samband við organisatiónsstrategi. T.v.s. skilja ástøðiliga og í verki, hvussu organisatiónsstrategi, í mun til innan- og uttanhýsis viðurskiftir, verður ment, sett í verk og eftirmett.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal lesandi verða førur fyri at: • Nýta gransking og vitan um strategi til menning av eini organisatión, umframt at meta um hvørjar leiðsludygdir eru neyðugar í hesum sambandi. • Greiða frá, greina og meta um týdningin av meiningsskapan, samskifti og sosialum sambondum í samband við strategiarbeiði organisatiónum • Lýsa og greiða frá hvørja ávirkan kompleksitetur í dagsins seinmodernaða samfelagi hevur á almennar stovnar og privatar fyritøkur í mun til strategiareiði • Lýsa tørvin á og kritiskt velja út strategiskar leiðslufyriskipanir til viðurskiftir, ið treingja til bata • Greiða frá og greina, hvussu ein leiðir starvsfólk í mun til strategi, t.d. hvussu strategi blívur til ítøkiligar arbeiðsuppgávur
- Innihald
- • Klassisk og nútímans ástøði og gransking um organisatiónsstrategi • Tíðarhorisontar og strategi • Deliberativ og emergerandi strategi • Multistrategisk leiðsla • Hvussu strategi er ein partur av missión og visjón • Strategiarbeiði við atlit til ESG (Environmental,Social Governance) • Miðling og “umseting” av strategi til til starvsfólkahópin
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, praksisuppgávur so sum eygleiðingar, kortleggingar, strategiformuleringar í egnari organisatión, framløgur frá lesandi og sjálvlestur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka á 30 min. Fyrst er ein framløga á 20 min. Í hesi framløgu skal týðuliga koma fram hvat tann lesandi hevur lært um strategiska leiðslu og hvussu hendan læring og vitan sæst aftur í verki í egnari organisatión og leiðslustarvi. Tikið verður saman um próvtøkuna við einum ófyrireikaðum fakligum dialogi (ca. 8-10 min.).
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn 12.apríl 2024. Próvtøkan er sett til 17. apríl 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 15. mars 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Súsanna Olsen
- Undirvísarar
- Súsanna Olsen