6341 - Organisatiónsmenning
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Organisatiónsmenning
- Skeiðsnummar
- 6341.24
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- Master í leiðslu og skipan
- Fortreytir
- Bachelorútbúgving
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum og donskum. Undirvísingartilfar er á donskum og enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á Master í leiðslu og skipan eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini við at senda ein teldupost til SSD@setur.fo.
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 5. apríl 2024
- Endadato
- leygardagur, 25. mai 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at tey lesandi skilja týdningin av organisatiónsmenning. Skeiðið ger tann lesandi føran fyri, á ein grundleggjandi hátt, at skilja ymisku partarnar av hvat organisatiónsmenning merkir, t.v.s. sniðgeving, íverksetan og eftirmeting av organisatiónsmenning.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal lesandi verða før/ur fyri at: • Brúka gransking og vitan um organisatiónsmenning • Greiða frá, greina og meta um týdningin av organisatiónsmenning • Fáa starvsfólkahópin at skilja HVÍ organisatiónsmenning er neyðug • Lýsa hvussu ein í verki arbeiðir við Organisatoriskari Interventión (OI), t.v.s. menna, seta í verk og eftirmeta eitt OI átak, eisini í føroyskum høpi - • Greiða frá teimum ymisku fakligu hugtøkunum og fyribrigdunum, sum eru knýtt at nútímans organisatiónsmenning, so sum capacity-building, t.v.s. leiðsluátøk, ið hava við sær, at starvsfólki trívist og mennist, og á hendan hátt økja um evnini hjá organisatiónini at náa síni mál • Skilja ástøði handan lærandi stovnin og vísa í verki hvussu ein leiðir lærandi almennar - eins væl og privatar organisatiónir • Handfara og skilja evt. mótstøðu í starvsfólkahópinum, í eini organisatións-menningargongd.
- Innihald
- • Ymisk ástøðir (klassisk og nútímans) og gransking í samband við organisatiónsmenning • Organizational Intervention (OI) • Samskapandi (co-creation) organisatiónsmenning • Lærandi stovnur (The Learning Organization – LO) • Capacitybuilding • Relatiónsførleiki leiðarans til starvsfólkahópin • Fylgjuskapur og/ella mótstøða í organisatiónsmenningargongdini
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, gestafyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, framløgur frá lesandi og sjálvlestur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka, við støði í skrivligari heimauppgávu (portofolio-eksamia)
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn 3. juni 2024. Próvtøkan er sett til 1. apríl 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 5. apríl 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Súsanna Olsen
- Undirvísarar
- Súsanna Olsen