6343 - Granskingardesign 2 – kvantitativ háttaløg
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Granskingardesign 2 – kvantitativ háttaløg
- Skeiðsnummar
- 6343.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- Master í leiðslu og skipan
- Fortreytir
- Bachelor
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 9. lestrarhálvu í Master í leiðslu og skipan eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 6. september 2024
- Endadato
- leygardagur, 14. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er, at geva tí lesandi grundleggjandi vitan um kvantitativ háttaløg, sum verða brúkt í samband við gransking – Í stuttum vil hetta siga, innsavnan av kvantitativum dátum, frágreiðing um ástøði og háttalag, viðgerð og greining, umframt miðlan av úrslitum. Serliga verður løgd áherðsla á, at tann lesandi kann vísa í verki, hvussu hon/hann megnar, at gera kanningar, ið eru viðkomandi fyri teirra núverandi, ella komandi leiðslustarv.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Lýsa grundleggjandi tættir í kvantitativum og kvalitativum háttaløgum, og greiða frá møguleikunum og avmarkingunum í hesum háttaløgum, umframt nær háttaløgni stuðla undir hvørt annað. • Greiða frá, ymiskum kvantitativum kanningartýpum, so sum tvørskurðskanning, tíðarbilskanning og longdarskurðskanning • Leggja til rættis gongdina í einari kvantitativari kanning í logiskari raðfylgju, alt eftir hvat evni ein skal kanna, í hesum føri leiðslurelaterað. • Konstruera spurningar, og svarmøguleikar, sum kunnu gerast upp, ella skalerast • Skyna á ymisku sløgini av surveys/ kanningum og hvussu hesar verða lagdar til rættis t.d. struktureraðar vitjunar samrøður, telefoninterview, elektronisk, ella teldutøk spyrjusskema o.l. • Finna fram og greina yvirlitsdata • Brúka hagfrøðilig greiningaramboð, t.d. univarit- og bivariat greining. • Testa hypotesur og finna samanhang (korrelatión) • Týðuligt og greitt at miðla og greiða frá kvantitativum granskingarúrslitum í myndum og tabellum • Meta um og fyrihalda seg kritiskt til týdning, validitet, reliabilitet og algilding av kanning og kanningarúrslitunum
- Innihald
- • Munurin á kvantitativum og kvalitativum háttaløgum • Ymisk kvantitativ granskingarsnið, ella týpur • Fasur, ella gongdini í eini kvantitativari kanning • Ymisk sløg av “surveys” • Brúk av yvirlitsdátum (registerdata) • Útveljing av respondentum/svargevum • Hagfrøðilig greining • Miðling av dátum í myndum og tabellum • Dygdarkrøv í samband við kvantitativar kanningar
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað sum fyrilestrar, samrøður og kjak, bólkaarbeiði, venjingar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við støði í innlating
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er sett til tann 13. og 14. januar, 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 6. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Undirvísarar
- Súsanna Olsen, Anna Sofía Veyhe