6347 - Lóg og leiðsla
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Lóg og leiðsla
Skeiðsnummar
6347.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Master í leiðslu og skipan
Fortreytir
Bachelor
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 9. lestrarhálvu í Master í leiðslu og skipan eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
4. mai 2024
Endadato
14. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi grundleggjandi vitan og førleikar um løgfrøðilig evni og einstøk rættarrøki og háttaløg, sum eru viðkomandi fyri starvsfólk í leiðandi størvum.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal vera førur fyri at: - Greiða frá týdninginum av, at rættarskipanin er skipað við ymiskum sløgum av normum (ásetingum) og ymiskum sløgum av stovnum - Finna lóg í einfaldari leiting á kendastu leitimiðum - Greiða frá yvirskipað, hvussu rættarskipanin er býtt í ymisk rættarøki - Greina og loysa ítøkiligar tulkingarspurningar knýttar at ymisku rættarøkjunum - Greiða frá innihaldi í og skipan av rættarkeldum rættarpraksis, og hvussu stovnar av týdningi fyri fyrisitingarrætt, setanarrætt og privatan rætt eru skipaðir - Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar - Finna viðkomandi rættarkeldur og rættarpraksis innan nevndu rættarøki og greiða frá terminologi og háttalagi - Greina truplar fyrisitingarrættarligar og setanarrættarligar avbjóðingar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av rættarkeldum - Reflektera yvir og grundgeva fyri støðutakan í ítøkiligum málum, har rættargrundarlagið ikki er greitt, og har “kapping” kann vera millum ymiskar heimildar grundgevingar - Perspektivera markamót millum fyrisitingarrættarligar og arbeiðsmarknaðarrættarligar meginreglur í sambandi við setanir -Miðla og argumentera vitan og loysnir innan fyrisitingarrætt og setanarrætt skrivliga og munnliga á greiðan hátt.
Innihald
Skeiðið er skipað í 2 høvuðstættir, fyrri tátturin er innleiðing til løgfrøði, næsti tátturin er um fyrisitingarætt og starvsfólkarætt. Fyrri tátturin er ein innleiðing til løgfrøði, herundir evni sum - hvør leikluturin hjá løgfrøðingum er ella eigur at vera - grundleggjandi (rættar)heimspekilig hugtøk - grundleggjandi hugtøk og meginreglur í rættarskipanini - yvirlit yvir lóggávu og almennar stovnar - um rættarkeldurnar og at finna lóg og rættarkeldur - hvussu løgfrøðiligt mál er serstakt sammett við annað (gerandis-) mál - hvussu normarnir, ið finnast í lógarmáli, kunnu bólkast ymiskt, og hvønn týdning hesar skilmarkingar hava - serligar háttalagsligar avbjóðingar í sambandi við at tulka lógir og aðrar rættarkeldur. Í næsta táttinum um fyrisitingarrætt og setanarrætt verður m.a. komið inn á - hugtøk og háttalag viðkomandi fyri fyrisitingarrætt - formliga fyrisiting, so sum krøv til gegni, grundgeving, partshoyring, rættin til alment innlit og partsinnlit o.a. - sakliga fyrisiting, so sum bann móti valdsreingjan og at seta meting undir reglu - fyristingarliga roynd og hvussu ymiskir royndarstovnar eru skipaðir - setanarrættarlig grundhugtøk og samanspælið millum arbeiðsrættarligar og fyrisitingarrættarligar meginreglur - sambandið millum sáttmálasetan og tænastumannasetan - krøv til setanina sjálva - fyrisitingarrættarlig krøv til uppsagnir og onnur agatiltøk (disciplinæraktion) - samanspælið millum leiðslurætt hjá arbeiðsgevarum og rættindini hjá tí setta.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um uml. 40 undirvísingartímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, uppgávur og kjak.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig við fyrireikingartíð.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til tann 8. og 9. januar, 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
4. mai 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Súsanna Olsen
Undirvísarar
Jóhan Jógvansson Lamhauge, Gunn Ellefsen
Aftur