6511 - Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla II
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla II
- Skeiðsnummar
- 6511.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Fyrra skeiðið skal vera staðið, fyri at sleppa upp í próvtøku tað seinna skeiðið.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfarið er á skandinaviskum. Bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini við at senda ein teldupost til NAD@setur.fo.
- Byrjanardato
- týsdagur, 5. november 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 17. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi nema sær fjøltáttaðan kunnleika um hvat ið eyðkennir virksemi í móttøkuni av børnunum frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla við støði í ástøði og námsfrøðiligum virki. Eisini læra lesandi at virka í skúlabúgvingini, innskúlingini og frítíðarskúlavirkseminum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: · Kritiskt lýsa, hvat eyðkennir innskúlingina og frítíðarskúla virksemi. · Lýsa og kjaka um námsfrøðiligu ábyrgdirnar í skiftinum, innskúlingini og frítíðarskúla virksemi útfrá einum fakligum, didaktiskum og ástøðiligum grundarlagi. · Greina og tulka tað formliga og óformliga virksemi í innskúlingini og frítíðarskúla. · Samantvinna og reflektera um grundleggjandi ástøði um spæl, læru og menning við atliti til skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðaskúla í einum fakligum kjaki. · Didaktiskt fyrireika, gjøgnumføra, eftirmeta og hugleiða um námsfrøðiligt virki og soleiðis samantvinna og greina ástøði og fakligheit við praksis.
- Innihald
- · Námsætlanir og didaktiskar tilgongdir · Skúlabyrjan og lærugreinar í innskúlingini · Lærutilgongdir og faklig leiðsla · Skúlabúgvin børn og barnabúnir skúlar · Ymisleikin millum børn – læra og menning tillaga einstaka barninum · Tað virkna barnið · Málmenning · Náttúruvísindi í barnahædd · Støddfrøðilig grundfatan · Frítíðarskúla virksemi · Starvslæra
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, einstaklinga- og luttakandi og reflekterandi bólka - arbeiði/uppgávur, verkstaðsarbeiði. Vitjanir, bólka framløgur, vegleiðingar og eftirmetingar. Starvslæra við málsetningi.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Verkætlan og munnlig próvtøka
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til viku 3 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 5. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sonja Olsen
- Undirvísarar
- Sonja Olsen