6515 - Kreativ námsfrøði II
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Kreativ námsfrøði II
Skeiðsnummar
6515.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum námsfrøðingur
Fortreytir
Hava staðið Kreativ námsfrøði, modul I
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis lestrarskrivstovuna: umsokn@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 25. mars 2025
Endadato
fríggjadagur, 13. juni 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi, við grundarlagi í ástøðiligari vitan og grundgevingum, skulu royna í verki, at meta um, fyrireika, seta í verk og eftirmeta málrættað kreativt virksemi fyri útvaldan málbólk á námsfrøðiliga økinum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi vera førur fyri at: • Lýsa og greina ástøði í mun til námsfrøðiliga økið • Nýta ástøði til tess at fyrireika og grundgeva fyri virksemi. • Seta í verk skapandi arbeiði, sum byggir á námsfrøðiligu stevnumiðini / námsætlan fyri dagstovnaøkið. • Greina og samskifta um, hvussu ítøkiligt kreativt virksemi roynist, við støði í verkætlan. • Arbeiða burðardygt í samband við kreativt, námsfrøðiligt virksemi.
Innihald
• Framhald av ástøði innan kreativt virksemi, við atliti til ítøkiligt virksemi • Ítøkiligt kreativt virksemi rættað móti útvaldum málbólki • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta kreativa verkætlan
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, starvslæra, munnligar og skrivligar uppgávur, framløgur, sjálvlestur, vegleiðing og eftirmeting.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Verkætlan við munnlig próvtøka
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til viku 24 í 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 25. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali
Undirvísarar
Noomi Reinert í Dali
Aftur