6516 - Dagstovnanámsfrøði I
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Dagstovnanámsfrøði I
- Skeiðsnummar
- 6516.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður á námsfrøðisútbúgvingina
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Námsvísindadeildin kann í summum førum velja at bjóða út stakgreinalestur. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis lestrarskrivstovuna: umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 21. januar 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 21. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag innan námsfrøði á dagstovnaøkinum á vøggustovu og barnagarði. Tey lesandi skulu eisini læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðnum innan økið, við tí endamáli at skapa eitt trygt, mennandi, spælandi og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið og barnabólkin
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi verða før/ur fyri at: • Lýsa og meta um hvat eyðkennir vøggustovu og barnagarðsstovu - økið sum virkisøkið við støði í dagliga arbeiðinum og lógargrundarlagnum innan økið. • Greiða frá og greina námsvísindalig hugtøk og ástøði, ið eru viðkomandi fyri virksemi á dagstovnum. • Greina og tulka, hvussu børn verða myndaði, mentaði og sosialiseraði á dagstovnum. • Skifta orð og meta um hvørja ávirkan hugburðurin og leiklututrn hjá námsfrøðinginum kann hava á menningina hjá barninum. • Meta um námsfrøðiligt virksemi við støði í didaktiskum hugtøkum og ástøðum.
- Innihald
- • Lógarkarmar • Barndómur, barnaáskoðan og mentan • Menning hjá vøggustovubørnum og barnagarðasbørnum • Virksemi í vøggustovum og barnagarðsstovum • Foreldrasamstarv • Relatiónir og empati • Myndan • Sosialisering • Didaktikkur • Trivnaður og inklusión • Spæl og læring • Lærings- og spæliumhvørvi
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði- og bólkauppgávur, framløgur, einsæris uppgávur, kjak, vitjan og eftirmeting.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn í viku 12 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 21. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sonja Olsen
- Undirvísarar
- Marjun Egholm Højgaard