6517 - Dagstovnanámsfrøði II
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Dagstovnanámsfrøði II
Skeiðsnummar
6517.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum námsfrøðingur
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður á námsfrøðisútbúgvingina.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Námsvísindadeildin kann í summum førum velja at bjóða út stakgreinalestur. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis lestrarskrivstovuna: umsokn@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 25. mars 2025
Endadato
fríggjadagur, 13. juni 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag fyri hvussu børn og ung trívast og eru virkin á dagstovnum, í skúla- og frítíðarskúla, eins og í ungdómsarbeiði, og hvønn leiklut hevur námsfrøðingurin á hetta. Tey lesandi skulu eisini nema sær kunnleika og royndir í at arbeiða við felagsskapinum hjá børnum og ungum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi verða før/ur fyri at: • Greina og greiða frá hvussu børn og ung trívast, eru virkin og luttakandi á dagstovnum, skúlum, frítíðarskúlum og ungdómshúsum • Greina og tulka hvussu børn og ung virka í teirra felagsskapi við atliti til vinaløg og relatiónir. • Greiða frá og greina námsvísindalig hugtøk og ástøði, ið eru viðkomandi í mun til kyn, javnvirði og líkarætti. • Kritiskt lýsa og meta um leiklutin hjá námsfrøðinginum innan omanfyrinevndu øki. • Fyrireika, fremja og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi á dagstovna- skúla- frítíðarskúla økinum eins og í ungdómsarbeiði.
Innihald
• Frítíðar - og frítíðararskúlanámsfrøði • Skúlanámsfrøði og ungdómsarbeiði • Samleikagerð - Kyn • Líkarættur og luttøka • Felagsskapir - vinaløg og relatiónir • Talgyld myndan • Rørsla, kreativitetur og frítíð • Burðardyggleiki í námsfrøðiligum arbeiði • Tilrættisleggjan, praksis og eftirmeting.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði- og bólkauppgávur, framløgur, einsæris uppgávur, kjak, vitjan, starvslæra og eftirmeting.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Verkætlan og munnlig framløga
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til viku 24 í 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 25. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sonja Olsen
Undirvísarar
Marjun Egholm Højgaard
Aftur