6603 - Náttúra og tøkni – lívfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Náttúra og tøkni – lívfrøði
- Skeiðsnummar
- 6603.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
- Byrjanardato
- 27. august 2024
- Endadato
- 25. oktober 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er at gera tey lesandi før fyri at skipa undirvísing í náttúru og tøkni, sum leggur dent á náttúrvísindaligar arbeiðshættir, verkligar førleikar umframt skapanar- og samstarvsevni. Dentur verður lagdur á førleikar at orða hugsanir um náttúrufrøðilig fyribrigdi og hugtøk, harímillum at seta orð á og eyðmerkja variablar (broytilig viðurskifti) og savna inn upplýsingar til tess at finna svar og seta hesi í viðkomandi náttúruvísindaligt høpi.
- Læruúrtøka
- Við skeiðslok skal tann lesandi megna: • At leggja til rættis verkstovur til næmingar í miðdeild, grundaðar á egnar undirvísingargongdir, og sum taka støði í námsætlanunum fyri lívfrøðipartin í náttúru og tøkni. • At menna model av ymsu skipanunum í mannakroppinum, sum greiða frá teirra virknaði, og megna at greiða frá, hví modell verða brúkt í náttúruvísindum. • At seta spurningar, sum fáa næmingar at gera sær hugsanir um náttúrufyribrigdi og hugtøk, og leiðbeina teimum í at savna upplýsingar, seta spurningar og gera hypotesur, sum kunnu svarast. • Megna at viðgera dátur, greina vitan, skyna á keldutilfari og grundgeva fyri úrslitum.
- Innihald
- Skeiðið er í fýra høvuðspørtum Náttúruvísindaástøði í fólkaskúlahøpi • Lívfrøði í grund- og miðdeildini • At læra í náttúruni og av náttúruni Vistfrøði • Menningarlæra • Føðiketur • Lívfrøðilig burðardygd og fjølbroytni Taksonomi, djór og plantur • Soppar • Plantur • Djór og djóralív Mannakroppurin • Beinagrind og vøddar • Ringrásir – blóðæðrar, lungini og eitlarnir • Sodning • Nervalag og sansir • Sálarlig og kropslig heilsa • Kyn og kynsbúning
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, verkstovu- og starvsstovuarbeiði, bólkaarbeiði, skúlavitjanir og sjálvstøðugt menningararbeiði
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Virkin luttøka við regluligum innlatingum og framløgum.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Nærri kunning seinni.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Erla Olsen
- Undirvísarar
- Erla Olsen