6604 - Náttúra og tøkni II - Geografisk sjónarhorn
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Náttúra og tøkni II - Geografisk sjónarhorn
- Skeiðsnummar
- 6604.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Treytin fyri at taka skeiðið er at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini Endamál Endamálið er at tey lesandi skulu arbeiða við náttúruspurningum og menniskjaliga samspælið við náttúruna
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
- Byrjanardato
- týsdagur, 29. oktober 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er at tey lesandi skulu arbeiða við náttúruspurningum og menniskjaliga samspælið við náttúruna
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi megna at: - fyrireika og fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í náttúru og tøkni eftir galdandi námsætlan, umframt at meta um og eftirmeta hesa undirvísing - lýsa og diskutera valda geografiska sjónarhorn í samband við úrvald undirvísingarevni - hugleiða fakliga og fakdidaktiskt um, hvussu náttúrufaksundirvísing kann leggjast til rættis og fremjast í verki - meta um, hvørjir møguleikar og hvørjar avmarkingar eru knýttar at júst undirvísingini í N&T
- Innihald
- Skeiðið er í 5 høvuðspørtum: Heimstaðurin - Jarðfrøði - Náttúran - Umhvørvið Heimurin uttan um okkum - Norðurlond og Evropa - Veðrið - Veðurlagið - Veðurlagsbeltir - Rúmdin Samspæl menniskjunar við náttúruna - Veðurlagsbroytingar - Náttúruvernd - Varandi orkukeldur Náttúrufrøði og tøkni - Kortlæra - Topografisk kort Náttúrufaksdidaktikkur: - Avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum - Ymsir arbeiðs- og hugsunarhættir - Næmingalagað undirvísing og ymiskar undirvísingargongdir - Viðkomandi undirvísingartilfar
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísarin nýtir undirvísingarhættir og venjingar, ið hava til endamáls, at tey lesandi læra at gera undirvísingargongdir, umframt at meta um og eftirmeta tær. Dentur verður lagdur á, at undirvísingargongdir skulu fevna um ymisk læringsvirksemi sum læraraframløgur, útferðir, bólkaarbeiði av ymiskum slagi, tey lesandi savna og gera tilfar talgilt. Tilgongdirnar skulu til samans gera tey lesandi før fyri at fremja eina virkna undirvísing í geografiska partinum av náttúru og tøkni.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Sjálv próvtøkan byggir á munnligt avrik. Í avrikinum skulu tey lesandi lýsa eina undirvísingargongd í miðdeild fólkaskúlans. (Próvtøkuhátturin verður neyvari lýstur í einum serstøkum skjali).
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Nærri kunning seinni.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 29. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sigurd Nordendal
- Undirvísarar
- Sigurd Nordendal