6644 - Kristnikunnleiki og átrúnaður sum undirvísingarfak I – bakgrund og grundvitan
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Kristnikunnleiki og átrúnaður sum undirvísingarfak I – bakgrund og grundvitan
- Skeiðsnummar
- 6644.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
- Byrjanardato
- týsdagur, 27. august 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær vitan og innlit í høvuðstættirnar í lærugreinini kristnikunnleiki og átrúnaður í fólkaskúlanum. Tann lesandi fær grundleggjandi innlit í í samleikan í lærugreinini og inn í kjarnuøkini, ið eru lýst í námsætlanini fyri lærugreinina í fólkaskúlanum. Endamálið er, at tann lesandi skal ogna sær eina grundvitan fyri at kunna skipa undirvísing í fólkaskúlanum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • Seta orð á grundleggjandi átrúnaðarlig og siðfrøðilig hugtøk. • Greina og tulka úrvaldar tekstir úr Bíbliuni við viðkomandi tulkingarhugtøkum. • Vísa á munir á trúargreinum og uppfatanum av læru og sakramentum, umframt greiða frá, hvussu hesi síggjast aftur í ymsum úttrykkum. • Greiða frá avgerandi hendingum og tíðarskeiðum í kirkjusøguni. • Greiða frá høvuðsstættunum í islam, hinduismu, buddhismu, jødadómi, náttúruátrúnaði og ideologiskum lívsáskoðanum.
- Innihald
- Skeiðið er sett saman av fimm høvuðspørtum: • Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði (grundleggjandi hugtøk), herímillum samleikapunktini, so sum tey eru nevnd í námsætlanini í kristnikunnleika og átrúnaði. • Týðandi bíbliutekstir og frásagnir (m.a. uppruni, uppbygnaður, tekstasløg, hermeneutikkur). • Høvuðstættir í kristnari trúgv, list og mentan í søguligum og nútíðar høpi (m.a lutherska læran, trúargreinar, sakramenti, listarligt og tónlistarligt úttrykk). • Kirkjusøga (høvuðstættir í kirkjusøguligu gongdini frá jødiskum uppruna fram til nútíðina). • Heimsátrúnaður og lívsáskoðanir
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, uttanhýsis undirvísarar, sjálvlestur, felagskjak, bólkaarbeiði, framløgur, skrivligar uppgávur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Virkin luttøka. Ígjøgnum skeiðið skulu tey lesandi hava munnligar framløgur fyri undirvísara og floksfeløgum, og skulu lata smærri uppgávur inn. Hesi lestraravrik skulu greiðast úr hondum fyri at standa skeiðið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er 17. januar 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Oddur á Lakjuni
- Undirvísarar
- Oddur á Lakjuni