6645 - Kristnikunnleiki og átrúnaður sum undirvísingarfak II –undirvísing og didaktikkur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Kristnikunnleiki og átrúnaður sum undirvísingarfak II –undirvísing og didaktikkur
Skeiðsnummar
6645.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
Byrjanardato
27. august 2024
Endadato
20. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi fær innlit í religiónsdidaktisk ástøði og háttaløg, og ognar sær førleikar at seta hesi í verk í undirvísing í kristnikunnleika og átrúnaði í fólkaskúlanum. Endamálið er harumframt at tann lesandi fær innlit í tilfar, sum er framleitt til lærugreinina – og ognar sær førleikar at taka støðu til tilfarið, og brúka tað saman við øðrum undirvísingarmiðlum og viðkomandi diaktikki. Í hesum sambandi skal hann fáa kunnleika til og skal kunna taka støðu til ymsar aðrar undirvísingarmiðlar í lærugreinini. Tann lesandi skal megna at seta hetta saman við innihaldinum í skeiðnum Kristnikunnleiki og átrúnaður I. Endamálið er sum heild at tann lesandi ognar sær førleikar til at undirvísa í lærugreinini kristnikunnleiki í fólkaskúlanum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið skal tann lesandi megna at: • Greiða frá, hvussu námsætlanin í kristnikunnleika og átrúnaði er uppbygd, og hvussu hon skal skiljast. • Velja út brot úr námsætlanini og seta hesi í viðkomandi undirvísindarligt høpi. • Meta kritiskt um ymis religiónsdidaktisk ástøði og háttaløg. • Grundgeva fyri vali av háttalagi og undirvísingar-tilgongd í samband við undirvísingarstøður. • Grundgeva fyri vali av tilfari til ymisk floksstig. • Seta saman heilar undirvísingargongdir í lærugreini, og grundgeva fyri vali av innihaldi, didaktikki v.m.
Innihald
• Námsætlanin í kristnikunnleika og átrúnaði – útgreining av innihaldi, ætlan og uppbygnaði; og brúk av námsætlanini. • Tilfar til lærugreinina – fyrst og fremst tilfar, sum er framleitt av Námi til øll flokstigini. Harafturat aðrir lærumidlar til lærugreinina. • Religiónsdidaktisk hugtøk og háttalag – m.a. komparativt, narrativt og eksistentielt háttalag.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, kjak, útferð, uppgávur, framløgur, undirvísing fyri hvørjum øðrum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga við skrivligari synopsu.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er 9. og 10. januar 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Oddur á Lakjuni
Undirvísarar
Oddur á Lakjuni
Aftur