6748 - Co-teaching og undirvísingardifferentiering
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Co-teaching og undirvísingardifferentiering
Skeiðsnummar
6748.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Starvsfólk í fólkaskúla ella miðnámsskúla og hava minst 2 ára starvsroyndir
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Stakskeið fyri starvsfólk á fólkaskúlum og miðnámsskúlum við í minsta lagi 2 ára royndum
Byrjanardato
hósdagur, 16. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi føran fyri at meta um og brúka Co-teaching í verki. Dentur verður lagdur á undirvísingardifferentiering, inkluderandi og tryggar læringsfelagskapir og Co-teaching sum broytingartilgongd.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: greiða frá og at meta og hugleiða um, hvat eyðkennir Co-teaching sum ástøði og í verki lýsa og meta um, hvat eyðkennir Co-teaching sum broytingartilgongd í skúlahøpi brúka co-teaching og undirvísingardifferentiera í undirvísingarstøðum
Innihald
Skeiðið er býtt í 4 høvuðsøki, sum tó eru samanhangandi. Økini eru hesi: - Co-teaching sum hugtak - Mennning av øktum læru- og luttøkumøguleikum - Menna skipað samstarv millum fakfólk - Menna inkluderandi læriumhvørvi Co-teaching í verki: -6 undirvísingarskipanir -Skipað samstarv og sam-menning millum starvsfólk: Fyrireiking, útinnan, eftirmeting -Professionellar læringsfelagsskapir (PLF) -Sálarliga tryggar læringsfelagsskapir -Undirvísingardifferentiering, sum partur av co-teaching -Co-teaching sum broytingartilgongd
Læru- og undirvísingarhættir
Vit nýta fyrilestraundirvísing, samstarvslæru, bólkaarbeiði, greining av casum, kjakbólkar, upplegg frá skeiðsluttakarum, stutt skrivlig avrik, sjálvlestur, osfr..
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er tvíbýtt Tey lesandi skulu skriva eina synopsu, sum tekur støði í tilfari frá skeiðnum og í einum ella fleiri avbjóðingum í verki innan øki, sum undirvíst er í. Tey lesandi skulu royna co-teaching og at undirvísingardifferentiera í verki, sum skal endurspeglast í próvtøkuni. Synopsan skal leggjast fram munnliga.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan verður 30. mai 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
hósdagur, 16. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Frida Birita Poulsen
Undirvísarar
Frida Birita Poulsen, Anna Eikhólm Joensen, Petur Lamhauge, Birita Poulsen
Aftur