6780 - Samfelagsfrøði sum undirvísingarfak. Búskaparligt, sosiologiskt og politiskt ástøði.
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Samfelagsfrøði sum undirvísingarfak. Búskaparligt, sosiologiskt og politiskt ástøði.
- Skeiðsnummar
- 6780.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
- Byrjanardato
- 27. august 2024
- Endadato
- 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær vitan og innlit í kjarnaøkini í lærugreinini samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Tann lesandi fær grundleggjandi innlit í samleika og endamál hjá fakinum og djúptøkna vitan um kjarnaøkini í námsætlanini fyri lærugreinina í fólkaskúlanum. Endamálið er, at tann lesandi ognar sær eina grundvitan fyri at kunna skipa undirvísing í fólkaskúlanum.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: - Greiða frá grundleggjandi búskaparligum, sosiologiskum og politiskum hugtøkum. - Kanna úrvaldar og sjálvvaldar tekstir og tøl úr miðlunum við støði í viðkomandi hugtøkum, herundir bæði at knýta hugtøk at dømum og finna dømi at knýta at hugtøkum. - Samanbera ymiskar fatanir av viðurskiftum í samfelagnum, ið eru frammi í tíðini. - Samanbera hendingar í tíðini við undanfarin samfelagsstig. - Viðgera og meta um ymiskar veruligar og hugsaðar hendingar, bæði kvalitativar og kvantitativar. - Fyrihalda seg keldukritiskt til tilfar av ymiskum slagi.
- Innihald
- Skeiðið er sett saman av trimum høvuðspørtum, ið fylla umleið 3 ects hvør. Síðsta ects’ið fer til innleiðslu, keldukritikk, útferðir, próvtøkur o.a. - Búskapur: Privatbúskapur og arbeiði. Vælferðarskipanir. Tilfeingi og útflutningur. Búskaparpolitikkur og tjóðarbúskapur. - Sosiologi: Samfelagsbroytingar. Sosialisering og samleiki. Sosialir munir og integratión. Demografiskar broytingar og globalisering. - Politikkur: Politiskir flokkar og hugsjónir. Fólkaræði og mannarættindi. Fólkaskúlin í politisku skipanini. Kommununali geirin.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, sjálvlestur, kjak, bólkaarbeiði, framløgur, smærri innlatingar, útferðir.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Virkin luttøka. Ígjøgnum skeiðið hava tey lesandi munnligar framløgur fyri undirvísara og floksfeløgum og gera smærri innlatingar. Hesi lestraravrik skulu greiðast úr hondum fyri at standa skeiðið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er í viku 3, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Frida Birita Poulsen
- Undirvísarar
- Sámal Matras Kristiansen