6781 - Samfelagsfrøði sum undirvísingarfak. Fakdidaktikkur, undirvísingarhættir og arbeiðshættir.
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Samfelagsfrøði sum undirvísingarfak. Fakdidaktikkur, undirvísingarhættir og arbeiðshættir.
- Skeiðsnummar
- 6781.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
- Byrjanardato
- 27. august 2024
- Endadato
- 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi fær innlit í samfelagsfrøðididaktisk ástøði og arbeiðshættir, og ognar sær førleikar at seta hesi í verk í undirvísing í samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Endamálið er harumframt, at tann lesandi fær innlit í tilfar, sum er framleitt til lærugreinina og mennir førleikar at meta um hvussu tilfarið kann brúkast á didaktiskt skynsaman hátt og kann samantvinnast við annað tilfar, ið kann stuðla upp undir og nútíðargera undirvísingina. Tann lesandi lærir at brúka ymisk miðlasløg og ymiska tøkni. Eisini verður dentur lagdur á at brúka samfelagið, nærsamfelagið og skúlan sum undirvísingartilfar. Tann lesandi skal megna at seta hetta saman við innihaldinum í skeiðnum Samfelagsfrøði 1. Endamálið er sum heild at tann lesandi ognar sær førleikar til at undirvísa í lærugreinini samfelagsfrøði í fólkaskúlanum.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið skal tann lesandi megna at: - Greiða frá, hvussu námsætlanin í samfelagsfrøði er uppbygd, og hvussu hon skal skiljast. - Velja út brot úr námsætlanini og seta hesi í viðkomandi undirvísingarligt høpi. - Meta um ymisk samfelagsdidaktisk ástøði og fyrimunir og vansar við ymiskum arbeiðshættum. - Grundgeva fyri vali av arbeiðshátti í sambandi við ymiskar undirvísingargongdir og undirvísingarstøður, herundir vali av tilfari til ymisk floksstig. - Seta saman heilar undirvísingargongdir í lærugreini og grundgeva fyri vali av innihaldi, didaktikki v.m. - Evna til smærri uppgávur við støði í aktuellum tilfari, ið kunnu brúkast í undirvísingini. - Fyrihalda seg keldukritiskt til tilfar av ymiskum slagi.
- Innihald
- - Samfelagsdidaktiskt ástøði, hugtøk og arbeiðshættir. - Námsætlanin í samfelagsfrøði – útgreining av innihaldi, ætlan og uppbygnaði; og brúk av námsætlanini. - Tilfar til lærugreinina – serliga føroyskt samfelagsfrøðitilfar, sum er framleitt av Námi til hádeild. - Annað tilfar til lærugreinina, eisini á øðrum málum. - Uppgávugerð við støði í aktuellum tilfari, ið er at finna í samfelagnum - Keldukritikkur
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, sjálvlestur, kjak, bólkaarbeiði, útferðir, uppgávuloysn, uppgávugerð og undirvísing fyri hvørjum øðrum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig framløga við skrivligari synopsu.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er í viku 3, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Frida Birita Poulsen
- Undirvísarar
- Sámal Matras Kristiansen