6812 - Vísindaástøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Vísindaástøði
- Skeiðsnummar
- 6812.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 20. januar 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 21. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær innlit í grundleggjandi ástøði og hugtøk í vísindaástøði, at tey læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnir, ið mynda vísindaliga kjakið á námsfrøðiliga økinum, og at tey gerast tilvitaði um, hvussu hesar stevnir eru viðkomandi fyri yrkisøkini hjá námsfrøðingum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi vísindaástøðiligum viðurskiftum og hugtøkum • greiða frá, samanbera og brúka ymiskar vísindaástøðiligar stevnur í einum námsfrøðiligum høpi
- Innihald
- • Vísindaástøði – hvat er tað? • Grundleggjandi hugtøk og idésøgulig viðurskifti í vísindaástøði • Positivisma • Tulkingarfrøði (hermeneutikkur) • Fyribrygdarfrøði (fenomenologi) • Konstruktivistisk ástøði, serliga sosialkonstruktivisma • Onnur úrvald ástøði
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið inniheldur: lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti og bólkaarbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til viku 11-12 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 20. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Poul Fossdal Guttesen
- Undirvísarar
- Sigri Mitra Gaïni