6832 - Serøkið II – verkligur partur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Serøkið II – verkligur partur
- Skeiðsnummar
- 6832.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Ongar
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis lestrarskrivstovuna: umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- sunnudagur, 24. mars 0205
- Endadato
- fríggjadagur, 13. juni 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Á hesum skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um tað sernámsfrøðiliga arbeiðsøki. Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu megna at knýta ástøði við praksis.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • knýta viðkomandi ástøði við tann verkliga partin. • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til tær lógir, kunngerðir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað sernámsfrøðiliga økið. • greiða frá og taka atlit til menningarstøðið og fortreytir hjá teimum menniskju hon/hann varir av. • virka, samstarva og samskifta við starvsfelagar og tey menniskju hon/hann varar av, við atliti til at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.
- Innihald
- • Granskingartilgongdir til starvslæruøkið hjá tí lesandi. • Fyrireiking til starvslæruna. • Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverkið – námsætlanir. • Arbeiðstilgongdir. • At megna at virka í praksis við støði í tí einstaka menniskjanum. • Eftirmeting
- Læru- og undirvísingarhættir
- Bólka/einsæris uppgávur, logbók, vegleiðing og eftirmeting
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Synopsa við munnligari próvtøku
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til viku 24 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 24. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Annika Antoniussen
- Undirvísarar
- Anna Eikhólm Joensen