6833 - Kreativt Námsfrøðiligt virksemi
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Kreativt Námsfrøðiligt virksemi
Skeiðsnummar
6833.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum námsfrøðingur
Fortreytir
At lesandi er innskirivað/ur á Námsvísindadeildini
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkur og annað undirvísingartilfar eru á donskum. Bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
4. november 2024
Endadato
17. mars 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu menna ítøkiligar førleikar og ástøðiligt grundarlag undir kreativum námsfrøðiligum virksemi. Tey skulu nema sær innlit í tann partin av arbeiðsøkinum hjá námsfrøðingum, sum snýr seg um mennandi virksemi fyri ymsu málbólkarnar á námsfrøðiliga økinum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at:: • Lýsa og greina grundleggjandi ástøði um estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi • Duga at brúka ymiskt tilfar og amboð, so tey eru før fyri at seta í verk skapandi arbeiði við ymiskum málbólkum • Greina, og samskifta um, hvussu kreativt virksemi kann stimbra menningina hjá einstaklingum og bólkum • Taka støðu til burðardygd í samband við kreativt námsfrøðiligt virksemi
Innihald
• Ástøði um fantasi, kreativitet, narrativitet og samspælið í sosialum umhvørvi • Tilfarslæra, amboðslæra og litlæra • Ítøkiligt kreativt virksemi sjálvi og saman við børnum / brúkarum • Burðardyggleiki í kreativum høpi • Hvussu kreativar tilgongdir kunnu vera við til at fremja menningina hjá børnum / brúkarum • Verklig tilgongd saman við børnum (starvslæra)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir, skrivlig uppgáva, virksemi við børnum / brúkarum (starvslæra), framløgur, sjálvlestur, vegleiðing og eftirmeting
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku.
Freist fyri frámelding til próvtøku
4. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali
Undirvísarar
Ann Højgaard Slot
Aftur