6851 - Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur
- Skeiðsnummar
- 6851.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 30. august 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi kunnugan við lærarayrkið. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av skúlans uppgávu í 21. øld, og hvørjir mentanarligir-, sosialir- og kognitivir faktorar ávirka menningar- og lærumøguleikarnar hjá børnum og ungum í dag. Tann lesandi skal harumframt fáa innlit í, hvat eyðkennir góða undirvísing og fjølbroyttar undirvísingargongdir
- Læruúrtøka
- Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • greiða frá, hvussu hansara persónliga skúlasøga og hansara persónligu skúlaroyndir hava myndað ta læru- og undirvísingarfatan, hann hevur við sær inn á læraraútbúgvingina • greiða frá, hvat altjóða skúlagranskarar siga um úrslitagóða undirvísing í 21. øld • meta um hvat eyðkennir lívið og gerandisdagin hjá børnum og ungum í dag – bæði í skúlanum og uttanfyri skúlan • meta um, hvat er endamálið við fólkaskúlatilboðnum við støði í viðkomandi skjølum og myndlum – m.a. fólkaskúlalógini og galdandi námsætlanum • flokka og samanbera grundleggjandi menningar- og læringarástøði • grunda yvir og kjakast um sambandið millum grundleggjandi læruástøði øðrumegin og ítøkiligar undirvísingartilgongdir hinumegin • at stíga fram og halda stytti framløgur um úrvald námsfrøðilig temu
- Innihald
- Skeiðið er í 7. høvuðspørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Skúlagongdin og skúlaroyndirnar hjá teimum lesandi (Autobiografi, skúlaanamnesa og persónlig lærufatan) - Hin føroyski fólkaskúlin (Sosialisering, dannilsi, lóg og námsætlan) - Barna- og ungdómsmentan (Mentanin uttanskúla sum lærufortreyt innanskúla) - Góð undirvísing – kanningar og metakanningar (“Tann empiriska vendingin”) - Granskingargrundað undirvísing - Menningar- og læringarsálarfrøði (Ástøði um atburð, motivatión, sjálvsmenning, kognitión, intelligens og málmenning) - Fjølbroyttar undirvísingargongdir (Frá læruástøði til undirvísingarhátt)
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, evnisarbeiði, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Virkin luttøka. Tey lesandi fáa arbeiðsspurningar og arbeiðsuppgávur frá viku til viku, sum tey skulu svara (ella loysa) og leggja fram fyri floksfeløgum og undirvísara. Áðrenn skeiðið endar fáa tey lesandi harumframt eina bundna uppgávu, ið tey skulu fyrireika og leggja munnliga fram fyri floksfeløgum, undirvísara og próvdómara. Hetta er ein bólkauppgáva (tvey ella trý lesandi í hvørjum bólki), ið tekur útgangsstøði í teimum læruúrtøkum, ið eru orðaðar fyri skeiðið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga bólkaframløgan er sett til viku 3 í 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 30. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Harryson
- Undirvísarar
- Birita Poulsen