6854.22 - Undirvísing og læring IV - Lívsáskoðan og siðalæra
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Undirvísing og læring IV - Lívsáskoðan og siðalæra
- Skeiðsnummar
- 6854.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Útbúgvingar
- Fortreytir
- Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- týsdagur, 21. januar 2025
- Endadato
- týsdagur, 21. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki, at tey (1) nema sær innlit í týðandi tættir í siðvenjum, m.a. í kristni siðaarvinum og modernaðum siðvenjum, ið hava myndað okkara samfelag, gerast tilvitaði um hvussu hesar ávirka virkisøkið hjá lærarum, og læra at rúma menniskjum við ymsum lívsáskoðanum í dagliga lívinum á skúlanum; (2) skilja grundleggjandi etisk ástøði og hugtøk og duga at brúka tey í viðkomandi yrkisstøðum hjá lærarum; og (3) byrja at hugleiða um teirra egna leiklut sum komandi lærarir, ið skulu stuðla menningini og myndanini av børnum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • taka støðu til hvønn leiklut ymsar siðvenjur, serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur, hava í føroyska samfelagnum, serliga innanskúla í myndanaruppgávu skúlans • greiða frá og samanbera ymsar siðalærur, og vísa hvussu hesar eru viðkomandi í teirra komandi yrki • seta orð á og grundgeva fyri, hvør yrkisetiski leikluturin hjá lærarum er, tá hugsað verður bæði um næmingarnar, ið lærarar arbeiðir við, og um almennu karmarnar fyri skúlaverkið
- Innihald
- Høvuðsevnini eru: • Virðir og endamálsorðing fólkaskúlans • Grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum siðvenjum, ið hava myndað føroyska samfelagið og fólkaskúlan • Tættir í vesturlendskum fólkaræðum, s.s. modernitetur og sekularisma • Grundleggjandi etiskar siðvenjur og hugtøk • Etisk menning og myndan á skúlum • Yrkisetikkur
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, vegleiðingar og framløgur
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig framløga (Próvtøkan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til viku 24 í 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 21. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Poul Fossdal Guttesen
- Undirvísarar
- Poul Fossdal Guttesen, Sigri Mitra Gaïni