6859 - Undirvísing og læring V: Sernámsfrøði og kt-didaktiskir hjálpimiðlar
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Undirvísing og læring V: Sernámsfrøði og kt-didaktiskir hjálpimiðlar
- Skeiðsnummar
- 6859.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- At tann lesandi er innskrivaður á NÁD
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- 30. august 2024
- Endadato
- 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í: • sernámsfrøði sum sergrein í fólkaskúlanum og sum partur av almennu námsfrøðini • rættindi næminganna og skyldur skúlans og lærarans í sambandi við næmingar í avbjóðandi læringsumhvørvi. • at fyrireika, fremja og eftirmeta eina undirvísingargongd, sum hevur inkluderandi hugsjón í miðdeplinum. • praktisk kt-didaktisk viðurskifti í føroyska fólkaskúlanum eins og kt-didaktisk rák í nútíðini við serligum atliti til inkluderandi námsfrøði.
- Læruúrtøka
- Við skeiðslok skal tann lesandi megna at greiða frá hvat eyðkennir: • sernámsfrøði sum sergrein og/ ella sum partur av almennu skúlaskipanini/námsfrøðini • rættindi næminganna í avbjóðandi læringsstøðum og skyldur skúlans og lærarans • sernámsfrøðiliga økið í Føroyum • greiða fra, greina og lýsa úrvaldar diagnostiskar avbjóðingar og sernámsfrøðilig ástøði og háttaløg • meta um og taka støðu til, hvussu undirvísingin kann skipast við atliti at næmingum í avbjóðandi læringsstøðum meta um fyrimunir og avbjóðingar við tvørgreinaligum samstarvi • kjakast um hugtøkini “næmingalagað undirvísing” og “inkluderandi námsfrøði” • leggja til rættis, fremja og eftirmeta eina hugsaða co-teaching undirvísingargongd. Meta um fyrimunir og vansar við hesum leisti. • meta um, hvørjir fyrimunir og vansar eru við útvaldum amboðum og miðlum, ið kunnu nýtast kt-didaktiskt í mun til inkluderandi námsfrøði • nýta í minsta lagi eitt kt-amboð, ið kann brúkast konkret í undirvísing við næmingum í avbjóðandi læringsstøðum.
- Innihald
- Á skeiðum vera hesi evni viðgjørd við støði í útvaldum ástøði og háttaløgum: • Sernámsfrøði sæð sum námsfrøðilig sergrein og/ ella sum partur av almennu skúlaskipanini • Sernámsfrøðiliga rákið í 21. øld • Lógar- og kunngerðarverk og onnur vegleiðandi og fyriskrivandi skjøl á sernámsfrøðiliga økinum • Sernámsfrøðiliga økið í Føroyum. • Sernámsfrøðilig ástøði og háttaløg í mun til úrvaldar málbólkar • Undirvísingardifferentiering/inkluderandi undirvísing • Millumformar: Co-teaching og Nest flokkar Felagsskapandi didaktikkir • Tvørgreinaligt og tvørgeiraligt samstarv og foreldrasamstarv. • Praktiskar royndir við útvaldum kt-amboðum og ástøði við serligum atliti til inkluderandi námsfrøði
- Læru- og undirvísingarhættir
- Høvuðs læru- og undirvísingarhættir eru: Fyrilestrar, gestafyrilestrar, filmsbrot, casearbeiði og rolluspøl. Lesandi hava smærri framløgur, venjingar og sjálvstøðuga arbeiðsuppgávu.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Fyri at standa skeiðið skal tann lesandi: • møta til undirvísing • og taka virknan lut í kjaki og bólkaarbeiði og virksemi í undirvísingini • havt framløgur í størri og smærri bólkum gjøgnum skeiðið. • gera eina skrivliga uppgávu og eina framløgu við íblásturi frá Pecha Kucha við skeiðslok
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn í viku 3 í 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 30. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Petur Lamhauge
- Undirvísarar
- Petur Lamhauge