6910 - Skeið í starvslæruvegleiðing og akkersfólkauppgávuni – læraraútbúgvingin
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Skeið í starvslæruvegleiðing og akkersfólkauppgávuni – læraraútbúgvingin
- Skeiðsnummar
- 6910.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. ískoytisútbúgving fyri lærarar
- Fortreytir
- Læraraprógv og 2 ára starvsroyndir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á føroyskum, skandinaviskum og enskum. Case-arbeiði, framløgur, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Tey, ið lúka fortreytirnar, melda seg til skeiðið við at senda umsóknarblað til lss@setur.fo.
- Byrjanardato
- 2. september 2024
- Endadato
- 30. apríl 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi føran fyri (1) at vegleiða læraralesandi, ið koma í starvslæru og (2) at leiðbeina nýútbúnum lærarum fyrsta undirvísingarárið.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi verða førur fyri at - greiða frá, hvussu læraraútbúgvingin er skipað, og hvønn leiklut starvslæran og starvslærarin hevur í samlaðu útbúgvingini - gera mun á ymiskum vegleiðingar- og mentorástøðum og hættum, og taka støðu til, nær ein vegleiðingartilgongd er betri egnað enn ein onnur - lýsa hvørjar avbjóðingar starvslesandi og nýútbúnir lærarar ofta hava, tá ið tey skulu skipa undirvísingina - meta um, hvørjar førleikar lesandi/nýútbúnir lærarar hava, tá ið tað snýr seg um (1) at leiða ein flokk, (2) at skapa gott samband við einstaka næmingin í flokkinum, og (3) at skapa eina innihaldsríka og næmingalagaða undirvísing - skipa fyri konstruktivum ráðleggingartímum/akkersfólkasamrøðum, har ið týdningarmiklir partar av lærarastarvinum fáa umrøðu - eftirmeta undirvísingina hjá læraralesandi og nýútbúnum lærarum og at orða ítøkilig tilmæli.
- Innihald
- Skeiðið er í 9 sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum. Partarnir eru hesir: - Hin føroyski fólkaskúlin og hin føroyska læraraútbúgvingin - Læraraútbúgvingin í 2020unum - Góð undirvísing og góðir undirvísarar - Almendidaktisk temu og almendidaktiskar avbjóðingar - Fakdidaktisk temu og fakdidaktiskar avbjóðingar - Vegleiðingarástøði og ástøði um akkersfólkaskipanir - Etisk atlit í sambandi við vegleiðing og eftirmeting - Starvslæran sum eitt serligt lærurúm í læraraútbúgvingini - Avbjóðingar hjá nýútbúnum lærarum
- Læru- og undirvísingarhættir
- Vit undirvísa triðja hvønn hósdag. Vit nýta fyrilestraundirvísing, samstarvslæru, bólkaarbeiði, greining av casum, kjakbólkar, upplegg frá skeiðsluttakarum, stutt skrivlig avrik, sjálvlestur, Zoom-fyrilestrar osfr.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Próvtøkan er tríbýtt (1) Tey lesandi skulu hava læraralesandi í starvslæru, meðan skeiðið gongur og dokumentera, hvussu tey hava skipað samstarvið frá byrjan til enda. Hetta arbeiðið skal verða góðtikið av undirvísarunum, áðrenn endaliga uppgávan verður skrivað (2) Tey lesandi skulu skriva eina stutta akademiska uppgávu (7-10 blaðsíður), sum tekur støði í einum ella fleiri avbjóðingum, ið eru tengdar at starvslæruvegleiðaraleiklutinum og/ella leiklutinum sum akkersfólki. Teksturin skal leggjast fram munnliga. (3) Framløgudagin fáa skeiðsluttakarnir til uppgávu at vera opponentar hvør hjá øðrum.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Akademiska uppgávan verður latin inn mai 2025, og munnliga verjan er sett til juni 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 2. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Harryson
- Undirvísarar
- Hans Harryson, Rúna í Skála