6940 - Heilsa, kroppur og rørsla l
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Heilsa, kroppur og rørsla l
Skeiðsnummar
6940.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum námsfrøðingur
Fortreytir
Ongin
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á donskum, og annað undirvísingartilfar er á føroyskum, donskum og enskum. Bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini við at senda ein teldupost til NAD@setur.fo.
Byrjanardato
týsdagur, 27. august 2024
Endadato
mánadagur, 11. november 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi við støði í námsfrøðiligum- og didaktiskum ástøði og kropslæru nemur sær innlit í rørslu og spæli á námsfrøðiliga økinum og megnar at skipa og tillaga ein aktivitet. Hetta fyri at stimbra rørsluførleika- og rørslumenningina hjá smábørnum, børnum og ungum í nærumhvørvinum, í vatni og á stovnsøkinum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna at: • Greiða frá og greina grundleggjandi rørslu og rørslumenning. • Greiða frá og greina hugtøk innan námsfrøði- og spæliðástøði. • Skipa og tillaga rørsluaktivitetir, sum stimbra og menna sansa-og motoriskumenningina (grov- og fín motorik) við støði í didaktiskum og námsfrøðiligum meginreglum og leistum. • Lýsa, hvussu ymisk rúm (økið/støð (fjøra, bøur, hallir, stovnar, spælipláss, útiøkir o.s.fr.)) kunnu nýtast til rørslumenning og spæli møguleikar. • Hugleiða, kjakast, eftirmeta námsfrøðiligu menningartilgongdir innan ‘Heilsu, kroppi og rørslu’.
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • Grundleggjandi vitan um motoriksu- og sansamenningina hjá børnum. • Grundleggjandi námsfrøðiligar og didaktiskar meginreglur og leistir. • Spælmenning. Tillaga og menna aktivitetir og rørslur til málbólkin smábørn, børn og ung og teirra førleikar og menning. • Rørslumøguleikar í mun til rúm (økið/stað). Hvar, nær og hvussu. • Svimjilæra (Vatnaktivitetir) – trygleiki og rørsla í vatni. Trygd, lívbjarging og fyrstuhjálp.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er uppbygd av fyrilestrum, gesta fyrilestrum, kjaki, bólkaarbeiði, bólka- og einsæris uppgávum, framvísingar og starvslæru. Harafturat eru verkligar íðkanir.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga uppgávan verður latin inn tann 1. november, 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bára Berghamar Danielsen
Undirvísarar
Bára Berghamar Danielsen
Aftur