6941 - Heilsa, Kroppur og Rørsla ll
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Heilsa, Kroppur og Rørsla ll
- Skeiðsnummar
- 6941.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Staðið/Luttikið á skeiðnum Heilsa, kroppur og rørsla l
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á donskum, og annað undirvísingartilfar er á føroyskum, donskum og enskum. Bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini við at senda ein teldupost til NAD@setur.fo.
- Byrjanardato
- 5. november 2024
- Endadato
- 17. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi við støði í námsfrøðiligum- og didaktiskum ástøði, megnar at leggja eina námsætlan til rættis og nýta ætlanina í dagliga virkseminum á stovnsøkinum. Dentur verður lagdur á heilsu í mun til kost og sosiala menning, umframt sambandi millum tað kropsliga, sálarliga og sosiala við útgangsstøði í heilsu og rørslu í nærumhvørvinum, í vatni og á stovnsøkinum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna at: • Greiða frá og greina námsætlanir um rørslu á stovnsøkinum. • Leggja eina rørslu- og menningarætlan til rættis fyri dagligt virksemi á einum stovni. • Greiða frá grundleggjandi kropslæru og rørslumenning. • Greina og greiða frá kostráðunum. • Hugleiða, kjakast og eftirmeta námsfrøðiligu menningartilgongdir innan ‘Heilsu, kroppi og rørslu’.
- Innihald
- Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • Grundleggjandi ástøði innan kropslæru og rørsluførleikar • Grundleggjandi vitan um heilsu og kost • Tvær vikur starvslæra. • At leggja eina námsætlan til rættis, nýta- og eftirmeta hana í mun til starvslæruna. • Grunnleggjandi ástøði um sosial menning og samstarv. • Svimjilæra (Vatnaktivitetir) – trygleiki og rørsla í vatni. Trygd, lívbjarging og fyrstuhjálp.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er uppbygd av fyrilestrum, gesta fyrilestrum, kjaki, bólkaarbeiði, bólka- og einsæris uppgávum, framvísingar og starvslæru. Harafturat eru verkligar íðkanir.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Verkætlan við munnligari próvtøku
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til viku 3 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 11. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Bára Berghamar Danielsen
- Undirvísarar
- Bára Berghamar Danielsen