7196 - Serøkið I – ástøðiligur partur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Serøkið I – ástøðiligur partur
- Skeiðsnummar
- 7196.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Ongar
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Students of Bachelor of Education in Pedagogical Development are automatically enrolled to the course
- Byrjanardato
- mánadagur, 20. januar 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 21. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Á skeiðnum fer tann lesandi at nema sær kunnleika um sernámsfrøðiliga ástøðið og sernámsfrøðiliga granskingarøkið, har týðandi og nútíðar ástøði, hugtøk og háttaløg verða viðgjørd. Tann lesandi fær innlit í sernámsfrøðiliga økið og hvørjar arbeiðsuppgávur námsfrøðingurin skal útinna.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal hin lesandi; • greiða frá hvat eyðkennir sernámsfrøði sum vísindagrein • greiða frá og greina inklusión sum hugtak og teimum tilgongdum og arbeiðshættum, sum eru knýtt at inklusiónshugtakinum. • greiða frá og týdninginum av tvørfakligum arbeiði á sernámsfrøðiliga økinum • kritiskt reflektera um hvønn týdning makt og etikkur hevur í arbeiðinum við útsett og viðkvøm menniskju. • kritiskt reflektera um hugtøkini normalitetur og frávík, duga at greiða frá hvussu hesi hugtøk ávirka menniskju við serligum tørvi og duga at samantvinna ástøði og praksis
- Innihald
- • Søguligt baksýni - Sernámsfrøði sum hugtak • Lógarverk og grundleggjandi rættindi • Normalitetur og frávik • Diagnosur Inklusión sum hugtak • Etikkur og makt • Sernámsfrøðiligir arbeiðshættir • Tvørfakligt arbeiði
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmetingar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn í viku 11-12 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 20. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Annika Antoniussen
- Undirvísarar
- Anna Eikhólm Joensen